ORÐABÓKASELJARAR hava gyltar dagar. Landsstýrið pakkar sín politik inn í nýggj orð. Tjóðveldi eitur nú fullveldi, frælsi eitur suverenitetur, stig fyri stig loysing eitur nú skipað loysing. Á ja, hevði William Heinesen vitað aftur í verðina? tey fínu í Havn.
SEINASTA sprotið í málsliga blómugarði Landsstýrisins kemur frá samferðslumálaráðharranum. Hann skrivar í Dimmu at bergholið til Gásadals ikki kann gerast, tí ein »cost benefit« analysa vísir, at samferðsluíløgurnar aðrastaðir í Føroyum geva meira av sær. Citat slut.
FYRI tann orðabókaleysa lesaran kann upplýsast, at »cost-benefit« merkir kostnaður - nytta. Samferðsluíløgupolitikkur í Føroyum við hasari yvirskriftini merkir stutt og greitt at miðjað verður eftir fullveldinum Tórshavn (fyrrverandi Føroyar). Føroya Løgting, ið fram til nú, ið hvussu so er, hevur verið hægsti myndugleiki, hevur altíð stiltigandi verið samt um, at vit skulu hava tað tal av bygdum, ið vit nú hava. Harafturat hevur verið semja um, at fyritreytirnar at liva, skulu so vítt gjørligt vera eins runt landið.
SAMFERÐSLUPOLITIKKURIN hevur verið ein hornasteinur undir útinnani av hesum málsetningi. Landsstýrini fram til 1994 høvdu avvegaðar íløguætlanir, har býtt varð upp í íløgur í tættbygd økir (Kollafjarðartunnil o.s.fr.) og útjaðaraøkir (Sumbiar tunnil o.s.fr.) Har var so ein linja í tingunum.
TÍÐARSKEIÐIÐ 1994-98 er einasta tíðarskeið síðan heimastýrisskipanina, har eingin samferðslupolitikkur hevur verið. Har vóru bert nøkur fundamentalistisk og hatursfull egotripp. Sostatt hevur nýggi samferðslumálaráðharrin allar møguleikar at leggja eina skilagóða linju á samferðslu økinum. Hann kann ikki byggja á politikkin hjá sínum undanmanni, tí har var eingin politikkur. Sostatt heldur eingin binding. At byggja ein samferðslu politik á, hvat í krónum og oyrum betalir seg best, ber ikki til í Føroyum. Tað kemur at renna ímóti øðrum vindum, ið ikki kunnu metast í krónum og oyrum.
OKKARA sjónarmið er, at samferðslumálaráðharrin eigur at gera eina ætlan fyri samferðslulógina tey næstu 8-10 árini. Síðan eigur hann at fáa sær undirtøku fyri upphæddum og raðfesting fyri minst 2 triðingum av tinginum t.v.s. 3 stórum flokkum. Hettar verður gjørt í øðrum londum. Hettar vildi skapt stabilitet í samferðslupolitikkinum og fyribyrgt, at politikara-katastrofur sum t.d. fyrri samferðslumálaráðharrin stóð fyri, aftur kundu skatt økið.