Countrylegenda deyð

Countrysangarin Sonny James, ið varð fyrsti countrysangarin nakrantíð, ið fekk sína egnu stjørnu á Hollywood Walk of Fame, andaðist í gjár 87 ára gamal.


- Við óendaligari virðing ynskja vit at siga takk til hendan kæra og elskaða vinin hjá so mongum. Tað finnast ikki orð, ið kunnu lýsa okkara miss ella sorg í hesi tíð, skrivaði familjan í eini fráboðan.


Sonny James gav út sín fyrsta sang, Young Love, í 1957, og endaði sangurin á fyrsta plássi á bæði country- og poptopplistunum.


Tað var ein støða, ið Sonny James skjótt gjørdist vanur við, tí næstu tjúgu sangirnir hjá honum endaði allir á fyrsta plássi á countrytopplistanum. Enn tann dag í dag, heldur hann metið sum tað listafólk, ið hevur havt flest sangir á rað, ið endaðu nummar eitt.


Millum kendastu sangirnar hjá Sonny James eru It's Just a Matter of Time, Empty Arms, Running Bear, Since I Met You Baby og That's Me Without You.


Sonny James gav út sín síðsta sang, A Free Roamin' Mind, í 1983.