Amerikanski sangarin og sjónleikarin Kris Kristofferson andaðist leygardagin 88 ára gamal heima hjá sær á oynni Maui, sum er partur av amerikanska oyggjabólkinum Hawaii
Tað sigur Ebie McFarland, talsmaður fyri familjuna hjá Kristofferson, við amerikansku tíðindastovuna AP.
Kristofferson sovnaði friðarliga heima hjá sær umringaður av familjuni, sigur McFarland. Deyðaorsøkin er ikki alment kend.
Sangarin og sjónleikarin hevur havt trupulleikar við minninum síðani hannv ar 70'unum, skrivar tíðindastovan Reuters.
Hann hevur verið við í kendum filmum, eitt nú "Blade" tríverkinum, har hann spælir Whistler.
Hann er eisini kendur fyri sín tónleik, har hann hevur givið út Grammy-vinnandi hitt sum "For The Good Times" og "Help Me Make It Through The Night".
Kris Kristofferson varð føddur í 1936 í Brownsville í amerikanska statinum Texas, og tað var væntanin hjá familjuni, at hann fór at halda fram við hernaðarligu siðvenjunum: Abbi hansara var svenskur offiserur, sum flutti til USA, pápin gjørdist generalmajor í amerikonsku flogmegini.
Kris Kristofferson kláraði seg eisini allan vegin gjøgnum útbúgvingina til at gerast flogskipari, men tá fall valið tó á tónleikin.
Hann flutti til Nashville í Tennessee, háborgina hjá countrytónleikinum, har hann brúkti sínar pengar uppá studiotíð við sínum akustiska guitari.
Her gjørdi hann bæði tónleik undir egnum navni, men skrivaði eisini fyri nøkur av størstu nøvnunum í countrytónleikinum sum Johnny Cash og Willie Nelson.
Kristofferson fær eisini heiðurin fyri at hava skrivað "Me and Bobby McGee", sum Janis Joplin gjørdi sum ein endurgerð stutt áðrenn hon doyði bert 26 ára gomul í 1970.
Seinni, í 1985, byrjaði hann saman við Johnny Cash, Willie Nelson og Waylon Jennings eitt væleydnað tónleikasamstarv í bólkinum "The Highwaymen", sum gav fleiri fløgur út í áratíggjuni eftir.
Eins og tónleikakarrieran ikki var nóg mikið, so hevur Kris Kristofferson spælt í nógvum filmum.
Hann var Rubber Duck í lastbilsfilminum "Convoy" frá 1978, spældi saman við Barbru Streisand í romantiska dramanum "A Star Is Born" frá 1976 (sum vann honum ein Golden Globe fyri besta sjónleikara), og í 1973 spældi hann í filminum hjá Sam Peckinpah. "Pat Garrett og Billy The Kid", sum Bob Dylan skrivaði tónleik til.
Sambært fleiri amerikanskum miðlum hevur Kristofferson sagt, at hann vil hava trý tey fyrstu ørindini í sanginum "Bird on the Wire" hjá sangaranum Leonard Cohen at prýða gravsteinin.
- Sum fuglur á tráði, sum drykkjumaður í midnáttarkóri, havi eg á mín egna hátt roynt at verið frælsur, ljóða vísurnar.
Kristofferson átti tilsamans átta børn í trimum hjúnalagi. Hann hevur eisini eftir seg konu sína, Lisu.
/Ritzau/