Crafter er avloysarain fyri VW LT, sum hevur verið á marknaðinum seinastu meira enn 30 árini. Navnið Crafter stendur fyri kraft, styrki og stabiliteti og hóskar væl til ein arbeiðsbil frá Volkswagen.
Fýra ymiskir 2,5 litur 5 syl. TDI-motorar við ávikavist 89, 109, 136 og 164 hk eru at velja ímillum. 6-trins gearkassi er standard á øllum modellunum.
Som grundmodel fæst Crafter við trimum ymiskum aksilfrástøðum og sum kassavognur við vørurúmum frá 7,5 til 17 rummetrar. Hæddin í vørurúminum fæst frá 165 til 214 cm og longdin frá 2,6 til 4,7 m. 18 ymiskir møguleikar eru at velja ímillum. Umframt sum vøruvognur fæst Crafter við last og einkultari ella dupultari kabinu og sum bussur.
Crafter hevur ABS-bremsuskipan við EDS og ESP við bremsuassistenti og ASR som standard á øllum modellunum og skivubremsur bæði framman og aftan.
Við totalvektum frá 3,5 tons til 5,0 tons er Crafter eitt náttúrligt framhald og yvirbygningur til núverandi VW Transporter.