Credo

Einasta umboðið fyri Klaksvík í ár er Credo. Men eingin ivi skal vera um, at teir ætla at røkta hesa uppgávuna til fulnar - og meiri enn tað.


Seinastu tíðina hevur nógv tíð verið nýtt í nýggju venjingarhølunum í Dávavirkinum, og ikki kann sigast annað enn, at framleiðslumegin hevur verið í toppi:


- Tað hevur gingið so væl hjá okkum undir venjingunum, at væntandi verður bara nýtt tilfar á skránni á Fjarðafestivalinum, sigur Leivur Vitalis, ið tekur sær av bassspælinum í bólkinum.


- Og samstundis hava vit flutt okkum reint tónlistarliga. Alt er vorðið eitt sindur tyngri og er kanska ikki so popput, sum tað hevur verið. Nú spæla vit reindyrkaðan, nýmótans rokk við tyngd í.


Bæði gestatónleikarar og telduforritan vera ein partur av framførsluni hjá Credo, og teir gleða seg til at vísa nýggja tilfarið fram á Fjarðafestivalinum:


- Vit eru heilt ótrúliga spentir at vita, hvussu nýggju løgini fara at vera móttikin. Tað verður eitt heilt nýtt Credo.