Crescendo í Christianskirkjuni

Kenda kvinnukórið úr Horsens, Crescendo vitjar í Klaksvík á Norðoyastevnu.

Tey hava konsert fríggjakvøldið, 27. mai kl. 20.00 í Christianskirkjuni.

 

Upprunaliga varð kórið stovnað í 1981 sum Horsens Korskoles Kvindekor, men í 1989 helt Horsens Korskole uppat. Kórið helt tó fram sum sjálvstøðugt kór - men við nýggja navninum, Kvinnukórið Crescendo.

 

Kórið er í dag millum eitt av teimum bestu kórinum í Horsens og har áleið. Kórið luttekur til nógvar ymiskar konsertir, og hevur eisini luttikið í ymsum kórkappingum í Europa.

 

Bente Lund Degn, er kórleiðari og hava hon og maðurin, Nis Brummer, eisini røtur til Klosterkirkens kor, sum var eitt rættiliga gott og kent kór í síni tíð í Horsens. Eisini onkrir føroyingar, sum hava lisið í Horsens, hava verið við í hesum kórinum.

 

Skráin til konsertina í Christianskirkjuni fríggjakvøldið 27. mai kl. 20.00 er samansett av kirkjuligum tónleiki, harav ein stórur partur er knýttur at Kristi himmalferð, umframt ein partur eru danskir og føroyskir sangir.

 

Christianskirkjan fríggjakvøldið 27. mai kl. 20.00 - Kvinnukórið, Crescendo úr Horsens