Cross og ATV kapping

Mikudagin 23. mai verður fyrsta Cross og ATV kappingin í ár.

 

Kappingin verður á vanliga staðnum, ið verður nevnt “oman fyri Grøvina”, sum er nakað oman fyri Hotel Føroyar á høgru síðu við Oyggjarvegin. Fitt av luttakarum og áskoðarum plaga at verða til hesar kappingar. Tað er Føroya MC, ið skipar fyri kappingini, sum er eina viku seinni enn ætlað. Kappingin byrjar kl. 17.30.