Crouch revsar Portsmouth

Langi álopsspælarin Peter Crouch er misnøgdur við, at felagið hevur selt góðar spælarar seinasta árið. Spælarar sum Jermaine Defoe og Diarra eru seldir, og nú er Glen Johnson á veg úr felagnum.

- Fyri einum ári síðani spældu við í Europa og høvdu stórar ætlanir, men nú gongur tað skeiva vegin hjá Portsmouth, sigur Crouch við blaðið News Of The World.