Har kemur hann aftur at arbeiða saman við Harry Redknapp, ið var venjari hjá honum í Southampton og Portsmouth. Søluvirðið er umleið 110 mió.. Hetta skrivar BBC Sport í dag. Tann 2,01m langi Crouch hevur verið í Liverpool síðan juli 2005, og hevur hann skorað 40 mál í 135 dystum. Síðsta kappingarár kom hann oftast á vøllin sum innskiftari, og tá hann bert hevur eitt ár eftir av sáttmálanum, hevur Liverpool gjørt av at selja. Hann skal nú gjøgnum heilsukanningar, og væntandi verður sáttmálin undirskrivaður í hesi vikuni.