Ted Cruz vann heldur óvæntað fyrsta undanvalið hjá Republikanska flokkinum í Iowa í nátt, tá hann basti Donald Trump, ið flest allar veljarakanningar hava spátt fóru at vinna.
Í Demokratiska flokkinum varð ein søgan ein heilt onnur, har tað eydnaðist Bernie Sanders at eta burturav tryggu leiðsluna hjá Hillary Clinton. Støðan er so mikið jøvn, at endaliga úrslitið enn er í iva, nú 99,9 prosent av atkvøðunum eru upptaldar. Tað kann ikki annað enn lýsast sum eitt bragd hjá Sanders, havandi í huga, at veljarakanningar fyri einum ári síðani góvu honum 7 prosent, meðan Hillary Clinton fekk 68 prosent av atkvøðunum.
Í løtuni er Hillary Clinton enn á odda við 49,9 prosentum móti 49,6 prosentum hjá Bernie Sanders, umframt at Hillary Clinton hevur tryggjað sær 28 umboð, meðan Bernie Sanders hevur 21 umboð. Tá skal tó havast í huga, at 5 umboð, sokallað superdelegates, ið umboðar Demokratiska flokkin, høvdu longu frammanundan givið Clinton sín stuðul.
Stóra søgan í morgun er tó í Republikanska flokkinum, har greiði oddamaðurin í veljarakanningunum, Donald Trump, mátti ásanna, at veljarakanningar ikki vinna val. Á málstrikuni varð hann nevniliga yvirhálaður av Ted Cruz, meðan Marco Rubio, ið hevur staðið seg illa í veljarakanningunum, endaði júst í hølunum á Donald Trump.
Ted Cruz endaði fremst við 27,7 prosent av atkvøðunum, Donald Trump fekk 24,3 prosent, meðan Marco Rubio fekk 23,1 prosent. Um hugt verður eftir umboðum, so vann Ted Cruz átta umboð, Donald Trump og Ted Cruz hvør síni sjey umboð, Ben Carson trý umboð, meðan Rand Paul og Jeb Bush vunnu hvør sítt umboð.
Tað er tó langt eftir á mál. Fyri at gerast forsetavalevni hjá Republikanska flokkinum, skal ein tryggja sær 1.191 umboð av teimum tilsamans 2.380 republikansku umboðunum. Harav einans 1.719 umboð eru vald av fólkinum, meðan restin eru floksumboð, ið hava fingið eina atkvøðu.
Hjá Demokratunum er neyðugt hjá einum valevni at vinna 2.024 umboð av teimum 4.047 demokratisku umboðunum. Harav eru 794 teirra floksumboð, ið hava fingið eina atkvøðu.

Cruz basti Trump





