Summi minnast Dallas, onnur Beverly Hills, og nógv eisini Baywatch, men nú er tað ein krimirøð, sum er mest sædda sjónvarpssending í heiminum. Sambært The New York Post er tað røðin CSI, sum tað verður hugt so dúgliga eftir í sjónvarpi kring allan heimin. Mett verður, at umleið 84 milliónir fólk hugdu eftir røðini í fjør. CSI finnist í trimum ymiskum útgávum. Í hølunum á CSI – men væl aftanfyri - eru Desperate Housewives við meira enn 60 milliónum hyggjarum, og á triðja plássi er Glamour við26 milliónum . Tónleikakappingin American Idol er mest sædda røði í USA, men hon er ikki við á listanum hjá amerikanska blaðnum, tá ið tað snýr seg allan heimin.