Gamalt er, at døglingur bara skal hava eitt eyga, men hetta er søgn, sum einki hald hevur í veruleikanum. Døglingalýsi skuldi vera tiltikið til ymisk grøðandi endamál Enn einaferð løgdu nakrir døglingar beinini í Sandvík og vórðu skornir upp í Hvalba.
Døglingur hoyrir til nevhvalirnar, ið hava - sum navnið sigur - nev. Teir hava eisini tenn, men tenninar eru lítið at tosa um.
Sum skilst, vita fólk ikki so nógv um nevhvalin, ið er lítið kendur millum manna.
Men kortini er nevið so eyðkent.
Døglingin kenna føroyingar - í fyrsta lagi tí, at hann so trúliga og við jøvnum millumbili um heystarnar hevur latið seg leggja beinini í Sandvík og Hvalba.
Og hesaferð fáa so eisini øll í sóknini ein bita at koyra í pottin!
Sambært keldum, eiga vit føroyingar veiðitøl fyri døgling heilt aftur til 1584, sum er fimm ár fyri, at Magnus Heinason varð tikin av døgum í Keypmannahavn í 1589.
Døglingar, sum eru veiddir við Føroyar, hava verið úr 3,5 metrum upp í 11,3 metrar.
Døglingalýsi skuldi vera tiltikið til ymiskt grøðandi endamál, og spikið skal vera ógvuliga feitt - og valla etandi.
Í gomlum døgum hildu fólk - sum ikki høvdu sæð henda nevhval - at døglingur bert hevði eitt eyga.
Men hetta er ikki so.
Slíkt livir bert í sagnum...
Søgn er um risa og mykinesmann. Tá illa stóð til hjá risanum, og tap var í hendi, legði hann seg at biðja fyri lívinum. Eitt av trimum lyftum, sum risin gav mykinesmanninum, var, at hvørt ár um hoyna skuldi hin stóri hvalurin koma í Hvalagjógv.
Mykinesmenn gloymdu, at teir ikki máttu siga nakað ilt um hvalin. Teir spottaðu døglingin, tí hann skuldi bara hava eitt eyga.
Hvalurin hvarv úr Hvalagjógv og kom ikki aftur hagar.