Strandferðsla
Strandfaraskipið Dúgvan skal verða eitt mentanarhús í Klaksvík.
Tað heldur John Johannessen, løgtingsmaður.
Hann sigur, at nú Norðoyatunnilin verður liðugur og Dúgvan gevst, kundi hetta gamla strandfaraskipið ikki farið til eitt betri endamál enn at gjørt hana til eit mentanarhús í Klaksvík.
Hann mælir til, at Dúgvan verður sett upp á turt og innrættað av nýggjum til eitt mentanarhús.
- Tað heldur hann hevði verið eitt frálíkt hugskot, serliga tí at Dúgvan eisini hevur havt so stóran týdning fyri Klaksvíkingar og hevur verið ímyndin av sambandinum ímillum Norðoyggjar og meginlandið og tí kundi Dúgvan eisini verið eitt ferðamál.
Løgtingsmaðurin vísti á, at Løgtingið skal undir øllum umstøðum veit Klaksvíkar Kommunu gott fýra milliónir í endurgjaldið fyri tað, at Strandferðslan gevst.
Samstundis metir Landsstýrið at Dúgvan kann seljast fyri tríggjar milliónir.
- Hví ikki lækkað endurgjaldið og geva Klaksvíkar Kommunu og geva teimum Dùgvuna ístaðin.
Hann hugsaði um, at tað kundi kanska verðið til ein konsertsal, matstovu og mentanarhús, annars.
- Klaksvíkingar kundu ikki fingið eitt betri mentanarhús, legði hann afturat.
Víst varð eisini á, at slíkar loysnir eru royndar í øðrum londum.
Ymsar meiningar
Jógvan við Keldu vísti á, at hetta hevði verið umrøtt, men hann trúði ikki upp á ætlanina, tí tað skuldi nógvar milliónir til, eins og býarætlanin skuldi broytast.
Karsten Hansen metti, at hetta varð vert at umhugsa, men hann helt, at skyldan hjá landsstýrið og Løgtingið má vera at fáa sum mest burturúr.
Men hann hevði so eisini tað meiri forvitnisliga uppskotið at gera biladekkið til eina bowlinghøll, tí tað er so væl umtókt í Føroyum. Men hetta seinasta segði hann við einum skeivum smíli, so tað skal vera ósagt, um hann meinti tað í álvara.
Jenis av Rana helt, at tað var at undirmeta Klaksvíkingar at geva teimum eitt gamalt skip til mentanarhús.