Hósmorgunin fór tónleikabólkurin við flogfarinum hjá Atlantic Airways niður til Danmarkar, har bólkurin skal luttaka í eini kapping í Jyllandi.
Kappingin er eitt amatør grand prix, sum Kalle K booking skipar fyri, og eini 12-15 bólkar eru við í kappingini. Hon er skipað soleiðis, at hvør bólkur fær eitt heilt kvøld at spæla. Hetta er hvørt fríggjakvøld, og kappingin fór longu av bakkastokki í mars mánaði.
Nú hevur Déjà vu so fingið møguleikan at spæla, og bólkurin er tann síðsti í røðini, áðrenn dómararnir taka støðu til, hvør besti bólkurin er. Skráin hjá bólkinum inniheldur næstan bara egin løg, og hann spælir progressivan rokktónleik.
Føroyski bólkurin skal spæla í eini bowlinghøll, sum tó er væl egnað til hetta endamálið, og 300 fólk eru vanliga og lurta, tá hendan kappingin er á skránni.
Tann 14. juni verður vinnarin av kappingini kunngjørdur, og vinningurin er 10.000 krónur.
Blandað manning
Nakrir av manningini eru kendir frá øðrum bólkum, ið hava gjørt vart við seg í finaluni í Prix Føroyum, meðan aðrir ikki hava gjørt vart við seg í øðrum bólkum.
Líggjas Olsen syngur og situr við tangentarnar. Hann hevur áður sungið við bólkinum Diatribes. Flóvin E. Viderø syngur og spælir gittar, Rúni W. Højgaard spælir trummur, Heri Reynheim, sum fyrr hevur spælt við Diatribes, er á bassinum og Rói Christiansen, sum enn spælir við Tangz, spælir gittar. Rógvi Rasmussen er fastur bassspælari, men hann er í Danmark á skúla, og tí hevur Heri Reynheim loyst hann av.
Hetta er fyrstu ferð, at hesin bólkurin er uttanlands og spælir. Tí er manningin sum vera man spent um, hvussu tað fer at hilnast fríggjakvøldið. Umframt at spæla í kappingini, fer bólkurin eisini at spæla á eini kafé í Keypmannahavn hósvkøldið.
Fyri at fáa fígging til ferðina, hevur bólkurin prentað lýsingar á nakrar jakkar, sum fyritøkur hava goldið fyri. Harumframt hevur bólkurin fingið stuðul frá Atlantic Airways og Norðurlandahúsinum, og tað eru menninir takksamir fyri.