Týsdagurin í nevningatinginum fóru við at lýsa málið fyri teimum tólv nevningunum, sum í morgin skulu taka støðu til, um teir báðir ungu litavisk menninir eru sekir ella ei í rúsevnissmugling.
Ákærin krevur menninar dømdar sekar, verjarnir krevja frídøming.
Størsti spurningurin er, um menninir vistu, at rúsevni vóru í bilinum, sum teir ætlaðu sær við til Íslands. Teir komu ikki longur enn til Føroya, tí tollvaldið og politiið funnu stóru nøgdina av sterkum rúsevnum í bilinum.
Ella vórðu teir lokkaðir at taka bilin við til Íslands? Eigarin hevði sagt, at hann kanska kom seinni til Islands.
Ákærin førdi fram, at menninir ikki hava sagt heilt tað sama, hvørja ferð teir eru avhoyrdir. Annar er avhoyrdur sejy ferðir, og hin átta ferðir. Til hetta søgdu verjarnir, at eingin, sum sigur eina søgu, sigur heilt somu søgu aðru ferð, tí minnið er ikki so álítandi.
Annar maðurin hevur greitt frá, at upprunaliga ætlanin var, at hann og bileigarin skuldu fara til Íslandsat arbeiði. Ein ltavi í Íslandi hevði lovað at finna teimum arbeiði. Men so leyp bileigarin frá, og hin fekk vinmann sín at koma við í staðin. Báðir vóru arbeiðsleysir.
Eitt putlispæl
Ákærin sammetti rannsóknararbeiðið við eitt putlispæl. Brikkarnir skulu faast at passa saman, men framvegis eru nógvir leysir endar, segði hon.
Ákæruvaldið heldur, at litaviski maðurin, sum í seinastu viku varð førdur til Føroya at vitna, var høvuðsmaðurin í Íslandi í málinum. Hann fekk hini bæði ákærdu litavisku at gea arbeiði fyri seg. Maðurinv ar greiður yvir, at hann hevði tosað ov nógv og ætlaði sær at rýma úr Íslandi, tá ið hann varð tikin á flogvøllinum á veg til USA.
Ákæru menninir í Føroyum vóru kurerar, pástóð ákærin, sum vísti á, at flutningur er líka so týdningarmikil í øllum sum at fáa hendur á rúsevnunum og selja tey.Verjin heitti inniliga á nevningarnar um at frídøma menninar. Hann segði, at sjálvandi skulu tey seku dømast í rúsevnismálum, men samstundis eiga ósek at verða frídømd.
Hann dugdi ikki at síggja nakað prógv fyri, at teir vóru sekir og høvdu nakran ætlan um at smugla.
- Her eru eini prógv, bara gitingar, teoriir, spekulasjónir og fantasiir, segði verjin.
- Hvat nú um teir tosa satt? Hava tei sagt satt og kortini vera dømdir, er tað justitsmorð, segði Óla Jákup Kristoffersen.
Hann helt einki løgið vera í, at teir sum arbeiðsleysir fóru til Íslands, har teir høvdu fingið lyfti um arbeiði. Heilt nógv fólk í baltisku londunum hava gjørt hetta. Ongastaðni er arbeiðsloysið so stórt sum í Litava.
Verjin helt tað vera mest sannlíkt, at hesir báðir vórðu lokkaðir av narkomafiuni til at flyta bilin til Íslands.
Hann helt tað eisini vera løgið, at einki var komið fram um rannsóknararbeiðið í Litava. Eingin frágreiðing fyrilá frá gentunum hjá teimum ákærdu.
Eingi prógv vóru um, at teir vistu um rúsevnini í bilinum, segði Óla Jákup Kristoffersen.
Kundu flutt annan mannin
Ein dag, tá ið annar av teimum ákærdu kom aftur í varðhaldið, var hann púra frá sær sjálvum. Rópti og skrálaði og blakaði við innbúgvum. Tá hoyrdi hin, hvussu tætt teir sóu, og teir funnu uppá at lata vindeyguni upp og tosa saman. Tey prátini vórðu avlurtað.
Óla Jákup Kristiffersen helt, at hetta var ein roynd hjá politinum at fáa nakað at krøkja málið uppá.
- Var tað ein trupulleiki, at menninir tosaðu saman í arrestini, kundu teir bara flutt annan, legði hin verjin, Jógvan Páll Lassen, aftrat.
- Fyri tað um rúsevnini vóru í bilinum, merkir tað ikki, at hesir menninir eru sekir, segði, Jógvan Páll Lassen.
Hann var bilsin av, at ein politistur, sum vitnaði, frammanundan visti, hvat sagt varð í rættinum. Eisini slongdi hann út spurningin, hví Smyril Line royndi at ringja til menninar at boða frá, at fráferðin hjá Norrønu var framskundað, áðrenn skiparin hevði tikið avgerðina um tað.
Nógvir ósvaraðir spurningar
Jógvan Páll Lassen setti eisini spurnartekin við, um bileigarin visti nakað um rúsevini. Hann hevði yvirtikið bilin sama dag, sum hesir báðir fóru úr Litava. Fyrrverandi eigarin kundi hava lagt rúsevnini í bilin.
- Vit vita tað ikki, tí her eru eingi prógv, segi Jógvan Páll Lassen.
Verjarnir tosaðu eisini um persónarnar í Litava, nevndir í málinum. Einki hevur verið frammi um, at teir eru handtiknir.
Jógvan Páll Lassen kundi hugsað sær at fingið ein av teimum monnnum til Føroya at vitna í hesum málinum, men tað bar ikki til, tí kom maðurin varð hannn handtikin beinanvegin.
Hann visti, at fútin hevi verið á einum fundi í Europol um málið, men eingin frágreiðing var komin frá fundinum.
Til allar hesar ábreiðslurnar segði ákærin bara, at hon ikki brýggjaði seg um at hoyra. orðið justitsmorð nevnt.
Annar av teimum ákærdu hevði einki at leggja aftrat røðunum hjá verjunum. Hon segði nøkur fá orð:
- Eg haldi sjálvur, at vit vórðu lumpaðir, ungir og býttir, sum vit vóru. Eg tók bara ímóti tilboðnum fyri at fara út at ferðast og fáa arbeiði, segði hann.