Klaksvík: Skal misnýtslan og dálkingin av umhvørvinum steðga, mugu borgarar hvør í sínum lagi kenna ábyrgd, og myndugleikarnir mugu verða við at stuðla ruddingararbeiði.
Hetta var boðskapurin í røðu, sum Abraham Mikladal helt á miðsummarhaldi í Klaksvík um vikuskiftið. Haldið er afturvendandi tiltak og varð sum vanligt hildið í Grøv.
? Seinastu umleið 200 árini hava vit misnýtt tilfeingið og dálkað umhvørvi, fyrst spakuliga og síðani skjótari og skjótari. So við og við gerast vit greið yvir úrslitið av hesi atferð.
? Fólk um allan heim eru komin eftir, at gongdin má vendast, og alheimspolitikarar eru farnir at ressast. Eisini her er tað okkara ábyrgd at hjálpa til, so misnýtsla og dálking minkar og at enda heldur heilt uppat, segði Abraham Mikladal.
Hann er ein av stigtakarunum til áhugabólkin Síl í Ósánna, sum arbeiðir fyri at fáa Ósánna í Klaksvík reina aftur.
Myndugleikar mugu gjalda
Abraham Mikladal vísti eisini á hesa ætlan í røðu síni.
? Í miðbýnum hava vit ein nærum óhoyrdan møguleika at vísa í verki, hvat umhvørvisvernd er. Í dag liggur tann einaferð so prúða Ósáin sum ein heilsuskaðilig kloakk. Vit kunnu ikki góðtaka at so er, og tí mugu vit í morgin sum ein annan dag fara í holt við at venda gongdini, segði hann.
? Tað er eisini neyðugt, at vit vilja nýta tann peningin, sum tað kostar at rudda upp eftir okkum og at varðveita býin reinan og fríðan. Her má kommunan inn í myndina. Býráðspolitikarar mugu seta munagóðar upphæddir av til rudding og reinsan av umhvørvinum, samstundis sum ein ætlan verður gjørd, soleiðis at vit ikki halda fram at dálka umhvørvi, segði Abraham Mikladal.
Hann vísti tó á, at borgarar eisini mugu hjálpa til við sjálvbodnum arbeiði, og hann endaði røðuna við at heita á fólk um at gera sítt til, at Klaksvík innan 10 ár er vorðin Føroya reinasta og vakrasta býur.