Dómadags-profeturin má siga orsaka

Souther Baptist-leiðari biður dómadagsprofetin Harold Camping um at siga orsaka, eftir at hann hevur leitt fólk í óføri við útsøgn síni um, at heimurin skuldi ganga undir.

Um Harold Camping hevði rætt í útsøgnum sínum, skuldu gravir latast upp og senda tey rættvísu til himmals leygardagin 21. mai 2011. Samstundis skuldi eitt tíðarskeið við trongd raka jørðina teir næstu fimm mánaðirnar.

Soleiðis gekk tað ikki. Og nú biður Southern Baptist-leiðarin, Ed Netzer (myndin) altso dómadagsprofetin um at siga orsaka, skrivar kristni miðilin Christian Post.

Ein annar kendur og trúgvandi prædikumaður úr USA, Rick Warren skrivaði soleiðis á Twitter leygardagin:

?Heimurin gekk ikki undir. Eg segði, at tit skuldu ikki bera ótta?.

Hann vísti til orðini í 13. kapitli í evangeli´inum eftir Markus, har tað stendur eingin kennir dagin ella tíman, uttan Gud sjálvur.

Sjálvur er Harold Camping ?paff? yvir, at tað ikki hendi sum hann hevði boðað frá. Síðani í gjár ? sunnudag ? hevur hann leitað eftir svari uppá skeivu orð síni, og fer at koma við tí seinni í dag, tá hann er komin til arbeiðis.