Ein hevur hug til at spyrja, eftir hesa dómadagsprædiku, hvar Jesus Kristus bleiv av? Hvar tey grundleggjandi virðini í kristindóminum blivu av? Tað, sum Jesus alla sína ævi prædikaði um, nevniliga fyrigeving syndanna? Hevur Olofsson í síni dómadagsástøði gloymt fyrigevingina, sum er sjálvt grundarlagið undir okkara kristnu siðalæru? Tað kann væl vera, at eg ikki dugi at endurgeva tað heilagað orðið í Bíbliu okkara orðarætt, men mín kristni siðaarvur sigur mær, at slíkar dómadagsprofetiir, sum Olofsson leggur fyri dagin, bert hava tað endamál, at sáa illgitingar, hatur og hevndarhuga í fólk mótvegis sínum medmenniskjum.
Víst áleggur heilaga skriftin okkum, at liva eitt sømiligt lív, har vit taka ábyrgd fyri okkum sjálvum, okkara gerðum, og okkara medmenniskjum. Eisini eiga vit at standa móti teimum freistingum, sum vit møta á okkara lívsleið, og vit eiga at mæla øðrum til at gera tað sama. Soleiðis gevur Bíblian okkum ein rættisnór, at halda okkum til, og tað er hendan rættisnór, okkara kristna trúgv byggir á. Eitt moralkodeks, sum vit eiga at liva eftir, men sum í sínum formi bert stingur út í kortið tey mest grundleggjandi boðini, nevniliga at lívið er heilagt, at vit eiga at hjálpa okkara medmenniskjum, og vit eiga at fyrigeva teimum, ið gera órætt. Hetta seinasta er tað, sum Jesus boðaði og lat lív sítt fyri. Men hetta er samstundis tann boðskapur, ið mong hava torført við at góðtaka. Menniskjans hevndarhugur er so fast inngrógvin í okkum, at vit hava torført við at fáa eyguni á fyrigevingina, tá onkur ger okkum órætt.
Í prædiku Olofssons er boðsetningur Jesusar settur til viks, og hann kemur ikki longur í síni viðgerð enn til at siga, hvussu vit øll eiga at liva, og hvussu vit eiga at mæla øðrum til at gera tað sama. Hvørjar avleiðingar tað fær, um vit ikki gera sum hann sigur, tað hongur í leysari luft, men tey flestu vita helst, hvat presturin meinar; nevniliga at vit aftaná deyðan ikki koma í himmiríki, men fara lúkst í ...
Peter O. K. Olofsson fer so langt í síni prædiku, sum til at skíra fólk, ið liva saman uttanfyri hjúnarlag, fyri syndarar. Vit vita, hvat hann heldur um kvinnuligar prestar, samkynt, hjúnarband, ótrúskap og rúsevnisnýtslu, tí tað hevur hann klárt og greitt alment boðað frá. So mikið frægur er hann kortini, at hann fjalir ikki útyvir sínar áskoðanir. Men hansara áskoðanir verða ikki minni vandamiklar av tí. Tað sum presturni ger, er at undirgrava boðskap Jesusar um náði og fyrigeving, øsa fram hevndarhugin, og leggja í okkum forkvaklaðu og fyri langari tíð avsøgdu inkvisitiónslæruna, við sínum eirindaleysu viðferð av teimum, ið eru eitt sindur øðrvísi.
Vit kunnu bert fegnast um, at Olofsson ikki livir í ræðsluvekjandi inkvisitiónstíðini, og at hann ikki brúkar onnur vápn enn orðið í sínum bardaga móti okkara kristnu siðalæru, tí annars høvdu vit ikki verið nógv eftir á lívi í Føroyum, til at mótmæla hansara dómadagsástøði.
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð