Willi Gohl er kendur í Føroyum. Einar 20 ferðir hevur hann verið her og ofta hevur hann stjórnað føroyskum kórum. Honum dámar væl í Føroyum. Honum dámar fólkið og náttúruna og samband hansara við Føroyar kom eisini í lag, sum vinalag við føroyingar, tá hann og konan framførdu í Føroyum. Eisini hevur eitt nú Havnarkórið við Ólavi Hátún verið uttanlanda í samband við samskifti við Gohl.
Hann metir, at fólk í skandinavisku londunum dámar væl at hoyra føroyingar og at hoyra og síggja føroyska dansin.
Villi Gohl er úr sveis og er 73 ára gamal. Í nøkur ár undirvísti hann á einum læraraskúla, var síðani í 27 ár rektari á einum tónleikaskúla og síðani hevur hann verið kór- og orkesturleiðari í fríari vinnu. Mesta virksemi hansara hevur verið í Týsklandi, men eisini t.d. í Fraklandi og Luxenburg.
Í vikuskiftinum
Tá hann fylti 70 ár, gavst hann við kóri sínum og nú er tað undantak, at hann tekur uppgávur á seg. Sostatt má metast sum heppi, at føroyingar nú hava møguleika hoyra Messias, við Villi Gohl sum leiðara.
Í vikuskiftinum stjórnar hann Messias hjá H-andel í Norðurlandahúsinum. Hann hevur ikki stjórnað júst hesum áður, men kennir tað annars væl og kennir eisini sera væl verkini hjá Handel.
Eisini metir hann tað vera ein fyrimun, at verkið fyri okkurt um 2 árum síðani varð framført í Føroyum og at sangararnir tí hava sungið tað áður.
Føroysku sangararnir eru væl fyri, metir Gohl. Hann er vanur við at arbeiða við sangarum, ið ikki eru yrkissangarar, men sum tó hava eitt ávíst støði. Hetta metir hann eisini vera galdandi fyri føroysku sangararnar, ið hann metir sum góðar sangarar.
At tey, ið hava tónleikin sum yrki, leita sær uttanlands, metir Villi Gohl ikki sum nakað ringt ella keðiligt. Tað er neyðugt hjá føroyingum, um teir skulu fáa undirvísing á høgum støði. Eisini er gott at koma burtur og uppliva aðrar sangarar og onnur umhvørvi. Men sjálvsagt skuldu hesi fólk einaferð komið aftur til Føroya, heldur Gohl.
Heldur ikki er nakað veruligt operahús ella sjónleikahús, teatur, og tessvegna er neyðugt at leita sær aðrastaðir at uppliva slíkt, heldur Gohl, sum tó heldur sera nógv av Norðurlandahúsinum, har ljómurin er góður og eisni metir hann hetta at vera eitt væl virkandi hús, hvat viðvíkur fyriskipan og virki.
Veðrið
Veðrið í Føroyum er serstakt, heldur Gohl. Einu løtuna vakurt, fyri síðani at vera myrkt og keðiligt. Hann avvísir ikki, at hetta hoyrist aftur í føroyskum tónleiki og hjá sangarunum.
Spennandi verður at vita, hvat Gohl fær burturúr sangarunum.
Tá tey vandu hóskvøldið viðmerkti ein troyttur Villi Gohl eftir venjing, at enn vóru nakrir metrar á mál, hóast tað fyri ókøna oyra ljómaði vakurt.
Stuttligt at fyljga venjingini eina løtu og síggja, hvussu høgt hesin maður gekk uppí sítt starv. Og hvusu væl og skemtiligt luttakararnir høvdu tað, tá hann við málandi keipum greiddi frá, at nú var ikki á rættari leið, tí nú ljóðaði, sum gleið bilurin í koblingini...
Óivað eydnast honum at skapa eina góða framførslu í vikuskiftinum.