TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina "Fótbóltspanelið", ið var í SportBoxini á FM1 seinnapartin í dag.
Gestur var royndi dómarin, Petur Reinert sum skjótt hevur dømt í eina fjórðingsøld. Petur byrjaði at døma í 1996.
Petur heldur, at við nýmótans tøknini má og skal málið hjá dómarahópinum í Føroyum at fáa talið av skeivum avgerðum so langt niður sum til ber.
Tað er tó ikki bara lætt at døma í bestu fótbóltsdeildini. Var tað lætt, so høvdu heldur 18 dómarar verið tøkir at dømt í bestu deildini í mun til teir bara átta, ið døma í bestu deildini nú.