Um vikuskiftið verða steypafinalurnar í føroyskum hondbólti. Hjá kvinnunum er H71 við fyri fyrstu ferð, meðan VÍF er við fyri níggjundu ferð. Hjá monnunum verður finalan millum Kyndil og H71.
Nú er eisini greitt hvør skal døma finalurnar. Hjá kvinnunum verða tað Heri Petersen og Dánjal Samuelsen, ið skulu døma. Hjá monnunm verða tað Jógvan Skeel Nolsøe og Bárður Brimvík.
##med2##
Kvinnufinalan byrjar klokkan 13.30, meðan finalan hjá monnum verður klokkan 16. Seinni um kvøldið spæla bæði Gentur 18 og Dreingir 18 eisini steypafinalu. Sunnudagin verða restina av ungdómsfinalunum.
Dystarskrá:
Leygardagur 15. februar
Kl. 13.30 VÍF – H71 (Kvinnur)
Kl. 16.00 Kyndil – H71 (Menn)
Kl. 18.00 G18: Kyndil – H71
Kl. 19.30 D18: Neistin – H71 b
Sunnudagur 16. februar
Kl. 12.50 G10: VÍF – StÍF
Kl. 13.30 D10: H71 a – H71 b
Kl. 14.10 G12: H71 – VÍF
Kl. 15.00 D12: H71 – Neistin
Kl. 15.50 G14: H71 – StÍF
Kl. 16.50 D14: H71 – Neistin
Kl. 17.50 G16: Kyndil – Neistin
Kl. 19.25 D16: H71 b – VÍF