Í Spania er ein dómari dømdur at rinda góðar 600.000 krónur í bót og at missa rættin at arbeiða sum dómari í eit ár. Orsøkin er, at dómarin, Adelina Entrena, lat ein mann sita 455 dagar í varðhaldi fyri eitt brotsverk, sum hann var fríkendur fyri at hava gjørt.
Málið er ikki tað einasta av sínum slagi í Spania, og í dómsvaldinum vilja tey vera við, at dómararnir eru ovbyrjaðir av arbeiði, og at játtanin til dómsvaldið er alt ov lítil. Eitt mál, sum hevur fingið nógv umrøðu, er um ein dómara, sum gloymdi at geva einum dømdum manni boð um, at nú skuldi hann sita dómin. Maðurin var dømdur fyri kynsligan ágang ímóti dóttir síni, , og nú er hann skuldsettur fyri at hava beint fyri einari aðrari gentu, meðan hann bíðaði eftir boðum um, at hann skuldi inn at sita.