Umboðsfólk fyri American Civil Liberties Union hitti leygarkvøldið ein dómara í New York og har sluppu tey at føra síni sjónarmið fram um, at tey fólkini, sum eru steðgað á flogvøllum kring USA ikki skulu verða send av landinum.
Dómarin Ann Donelly gekk hesum ynskinum á møti og harvið steðgaði hon partvíst forsetaboðunum hjá Trump.
Tað var fríggjadagin, at Trump forseti setti í verk forsetaboð um, at flóttafólk úr Sýria ikki sleppa til USA framyvir, og at fólk úr seks øðrum londum ikki sleppa til landið í 90 dagar fyri fyrst. Hetta merkir samstundis, at fólk úr hesum londum, sum hava uppihaldsloyvi í USA, ikki sleppa til landið ótarnað, um tey ikki vóru í USA, tá ið forsetaboðini vórðu undirskrivað. Samstundis hava forsetaboðini beinleiðis ávirkan á, hvussu nógv flóttafólk sleppa til USA. Tí flóttafólk, sum eru úr teimum sjey "forboðslondunum", sleppa ikki longur til USA.
Sostatt eru fleiri hundrað fólk fangað á amerikonskum flogvøllum, og stóð tað til Trump stjórnina, so vórðu tey send av landinum aftur. Men Ann Donelly forðaði hesum við sínum dómaraboðum um, at eingin av fólkunum skuldi sendast av landinum aftur orsaka av nýggja forsetaboðunum. Men spurningurin er, hvat síðani hendir við teimum.