Dómarin er spildurnýggjur

Dimitrios Massias úr Kypros hevur ongantíð áður verið dómari í A-landsdysti

Dómarabólkurin í Baku í kvøld er úr Kypros. Dómario er Dimitrios Massias, og hjálpardómarar eru Marios Kalogirou og Ioannis Lazarou. Máldómarar eru Vasilis Dimirtiou og Lucas Soteriou, og hann, sum fer at síggjast við talvuni – fjórði dómarin sum hann plagar at verða nevndur – eitur Omiros Tziortzis.

 

Merkisvert er tað, at dómarin, Dimitrios Massias, ongantíð áður hevur verið dómari í A-landsdysti. Hann hevur verið dómari í U-21 landsdystum, og tá ið onnur yngri landslið hava spælt, og hann heveur verið dómari í Europa liguni.

Í kvøld fer hann fyri fyrstu ferð nakrantíð at døma A-landsdyst, tá ið Aserbadjan og Føroyar spæla.