Ein bretskur dómstólur dømdi í gjár ta 33 ára gomlu Karen Matthews seka í at hava medvirkað til at burturflyta sína egnu dóttir við tí fyri eyga at fáa finningarløn aftaná. Tann 40 ára gamli Michael Donovan bleiv dømdur fyri at vera samsekur í málinum, tí tað var hann, sum fjaldi gentuna heima í húsum sínum.
Tað var í februar, at bretska løgreglan fekk at vita, at tann níggju ára gamla Shannon Matthews var horvin. Løgreglan fekk tó illgruna um, at alt ruggaði ikki rætt við fráboðanini, og tríggjar vikur seinni fann løgreglan gentuna.
Tað vísti seg, at mamman og maðurin, sum gentan var hjá, høvdu ætlað sær at fáa 50.000 bretsk pund í finningarløn fyri gentuna.