Dømd tilsamans 38 mánaðir handan rimar

30 ára gamla kvinnan fekk tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing og 120.000 skulu dragast inn hjá henni. 22 ára gamli maðurin fekk átta mánaðir handan rimar, og ein 33 ára gamal varð revsaður við hálvt ára fongsulsrevsing. Hjá teimum skulu ávikavist 40.000 og 30.000 krónur dragast inn

Í gjár fall loksins dómur í stóra rúsevnismálinum. Høvuðsákærda kvinnan fekk tvey ára treytaleysa fongsulsrevsing. Hon varð funnin sek í flestu av teimum 34 ákærunum. Dómarin metti, at kvinnan hevði selt meiri enn tey 100 grammini av amfetamini, sum hon játtaði at hava móttikið frá einum dana og síðani selt í Føroyum. Dómarin metti somuleiðis, at grundarlag er fyri at krevja, at 120.000 krónur skulu dragast inn frá henni. Peningur, sum hon hevur vunnið við rúsevnissøluni.

Kvinnan hevur sitið varðhaldsfongslað síðani hon varð handtikin 1. desember í fjør, og ákærin kravdi í gjár, at kvinnan framhaldandi skal sita varðhaldsfongslað, til hon hevur og verji hennara hava gjørt av, um dómurin skal kærast ella ikki. Hesum mótmælti verjin ikki.


Átta mánaðir og 30.000 kr

Ein 22 ára gamal maður fekk átta mánaða treytaleysa fongsulsrevsing, og hald skal leggjast á 30.000 krónur. Hann varð funnin sekur í øllum 24 ákærunum, har tær flestu snúðu seg um, at hann hevði virkað sum millum maður hjá høvuðsákærdu kvinnuni.

22 ára gamli maðurin varð saman við 30 ára gomlu kvinnuni, og einum 20 ára gomlum manni, hvørt dómur fellur seinni, handtikin í einum bili tann 1. desember í fjør. Fram til 9. januar sat hann varðhaldsfongslaður, og hesar seks vikurnar verða nú drignar frá dóminum. Umframt fongsulsrevsingina skulu 30.000 krónur dragast inn frá tí 22 ára gamla.

Ein 33 ára gamal maður fekk eisini dóm í gjár. Hann varð ákærdur í trimum førum, og varð dømdur eitt hálvt ára treytaleysa fongsulsrevsing. Í hansara føri snúðu allar ákærurnar seg um hassj, smugling, sølu og keyp av hesum. Hjá honum verður hald lagt á 40.000, umframt at hann, eins og hini dømdu, skal rinda sakarmálskostnaðin.

Ein 20 ára gamal maður er eisini ákærdur í stóra rúsevnismálinum, men har er dómurin útsettur, soleiðis at kriminalforsorgin fær gjørt ein persónskanning av honum, sum møguliga kann virka til, at hann fær ein treytaðan dóm.


Ákærin ikki ónøgd

Ákærin kravdi upprunaliga, at 30 ára gamla kvinna fekk hálvttriðja ára fongsulsrevsing, og at 22 ára gamli maður fekk millum 10 og 11 mánaðir handan rimar.

Revsingarnar til hesi bæði gjørdust tó nakað lægri, meðan 33 ára gamli maðurin fekk hálvt ára fongsulsrevsing, sum eisini var kravið hjá ákæranum.

– Eg vil siga, at eg ikki eri ónøgd. Prógvini, vit høvdu vóru eitt sindur ósikkur, men eg eri fegin um, at dómarnir liggja munandi tættari mínum krøvum, enn teimum hjá verjunum, segði Linda Hesselberg, ákæri, tá vit spurdu hana, um hon var nøgd við dómarnar, sum fullu stutt eftir klokkan trý í gjár. Hon hevur tó ikki gjørt av, um hon fer at kæra dómin. Tað fer hon at taka støðu til ein av næstu døgunum.