Dømdir fyri at ræna børn

Tveir leiðarar í tí gamla hernaðarstýrinum í Argentina eru dømdir sekir í at hava givið boð at ræna børnini hjá politiskum mótstøðumonnum, sum vórðu tiknir og fyribeindir í árunum frá 1976 ntil 1983.

Tann 86 ára gamli Jorge Videla varð dømdur 50 ára fongsul. Hann er fyrr dømdur lívlanga fongsulsrevsing fyri bortsverk ímóti mannaættini. Tann 84 ára gamli Reynaldo Bignone fekk 15 ára fongsulsrevsing.

Úrskurðurin hjá rættinum varð vístur á stórskíggja uttan fyri dómhúsið, og fagnaðurin var óførur, tá dómarin kunngjørdi dómarnar. Millum teirra, sum vóru hjástødd, vóru skyldfólk hjá teimum rændu børnunum.

Hildið verður, at hernaðarstýrið rændi fleiri hundrað børn hjá politiskum mótstøðufólki. Í januar segði Elliot Abrams, fyrrverandi embætismaður í amerikanska uttanríkisráðnum, at USA var vitandi um, at hernaðarstýrið í Argentina rændi børn hjá politiskum andstøðingum.