Dømdir fyri tikaradráp

Ein dómstólur í Kina hevur dømt tveir menn í fongsul, tí teir høvdu dripið og etið ein sibiriskan tikara.

Tað er ikki loyvt at drepa sibiriskar tikarar, tí stovnurin er so lítil. Men teir báðir kinesararnir høvdu kortini lagt eina tikarafellu uttan fyri heimbygdina í fjøllunum í Heilongijang-landspartinum. Almenna blaðið Shanghai Daily skrivar, at tá fellan hevði staðið nakrar dagar, kom ein sibiriskur tikari í hana. Tá hann hevði sitið í felluni nakrar dagar, fóru menninir eftir honum, drupu hann og ótu kjøtið. Nú hevur ein dómstólur givið teimum báðum monnunum níggju og fimm ára fongsul fyri tikaradrápið.

Altjóða grunnurin, sum arbeiðir fyri at verja hótt villdjór, heldur, at tað eru ikki meiri enn einir 500 villir sibiriskir tikarar eftir í landnyrðingspartinum av Kina og har eysturi í Russlandi. Hóast myndugleikarnir í Kina og Russlandi hava bannað monnum at veiða sibiriskar tikarar, verða fleiri veiddir á hvørjum ári, skrivar Shanghai Daily.