Dømdur fyri at hótta borgarstjóran

Jólaaftan ringdi maðurin 35 ferðir til Kristin Michelsen. Nú er hann dømdur átta mánaðir fongsulsrevsing fyri hóttanir móti borgarstjóranum á Tvøroyri og familju hansara og móti almennum starvsfólkum á Tvøroyri.

 

Eystari Landsrættur viðgjørdi í farnu viku eitt mál, har ein 61 ára gamal maður varð dømdur fyri hóttanir móti grannum og almennum starvsfólkum á Tvøroyri.

 

Ákærurnar í dóminum strekkja seg frá januar 2017 til mai 2017. Í hesum tíðarskeiðnum hevur maðurin ringt ella sent sms til familjuna Michelsen ikki færri enn 100 ferðir tilsamans.

 

Kristin Michelsen vitnaði sjálvur í rættinum. Hann greiddi frá, at familjan øll livdi í óvissu og at tað merkti familjulívið. Serliga hart gekk tað út yvir dóttur hansara, sum ræddist mannin illa. Maðurin hótti við bæði at neyðtaka og drukna dóttrina.

 

Hann greiddi frá, at uppringingarnar kundu koma nær sum helst, dag og nátt. Tær vóru heldur ikki avmarkaðar til hasar fimm mánaðirnar, tí so seint sum jólaaftan í 2017 hevði maðurin ringt 35 ferðir til borgarstjóran, skiftisvís á fastnettelefonina og fartelefonina. Kristin Michelsen greiddi frá, at hann setti sær fyri at svara hvørja ferð telefonin ringdi, men í hinum endanum var bara tøgn.

 

Somu framferð nýtti maðurin móti eini kvinnu í almennum starvi á Tvøroyri, sum viðgjørdi eitt mál hjá manninum. Dult nummar, uppringd dag og nátt og fleiri sms við hóttanum. Eitt kvøldið ringdi maðurin tíggju ferðir upp á tríggjar tímar frá trimum ymiskum nummarum. Hann ringdi eisini ofta um náttina, fleiri nætur á rað. Innihaldið í sms’unum var bæði hóttandi og útspillandi. Serliga bangin gjørdist kvinnan, tá maðurin sendi henni boðini “Nú eru kúlurnar keyptar.”

 

Kvinnan vitnaði í rættinum, at hon var sera bangin, tí hon visti ikki, hvat maðurin kundi finna uppá at gera. Maðurin hótti bæði hana og mannin, og hon føldi ikki, at hon fekk vart seg á nakran hátt. Hon fekk ongantíð frið, tí maðurin ringdi ofta aftaná arbeiðstíð og kundi eisini finna uppá at møta upp heima hjá kvinnuni. Hon og maðurin máttu ofta sløkkja telefonirnar og hála stikkið úr fastnettelefonini fyri at fáa frið eina løtu. Tað var tann reini terror, greiddi kvinnan frá.

 

Hon óttaðist veruliga, at maðurin ætlaði at skjóta seg, tá hon fekk boðini, at nú vóru kúlurnar keyptar.

 

Eystari landsrættur valdi at geva manninum átta mánaðir fongsulsrevsing.

 

Les eina gjøllari gjøgnumgongd av málinum í Sosialinum, sum er komin í sølubúðirnar í dag.