Ein 58 ára gamal maður bleiv í Føroya rætti í dag funnin sekur í at hava hótt ein løgreglumann. Talan er um brot á §119, stk. 1 í revsilógini, ið er um harðskap ella hóttanir um harðskap móti tænastumanni, og varð maðurin dømdur 20 daga treytaðan fongsulsrevsing. Tað merkir, at 58 ára gamli maðurin sleppur undan at fara inn at sita, um viðkomandi ikki ger nakað revsivert næsta árið.
Tað var á dansibandsfestivalinum í Vági í fjør, at viðkomandi møtti løgreglumanninum, ið hann nú er dømdur fyri at hótta, men tað var ikki fyrstu ferð teir møttust. Hálvt ár frammanundan hevði sami løgreglumaður handtikið ákærda fyri rúsdrekkakoyring, og metti ákæruvaldið, at tað var orsøkin til atburðin hjá 58 ára gamla manninum hetta kvøldið.
Sjálvur greiddi tann ákærdi frá, at hann hevði drukkið tvey kvøld á rað, og mintist einki frá kvøldinum, men legði dent á, at hann ikki hevði nakað ímóti løgreglumanninum, tí viðkomandi gjørdi einans sítt arbeiði, tá hann handtók hann á sinni.
Løgreglumaðurin var í rættinum sum vitni, og greiddi hann frá, at hann hetta kvøldið í trimum førum hevði uppfatað atburðin hjá ákærda sum hóttandi. Millum annað hevði tann ákærdi tikið í jakkan á sær, og slepti fyrst, tá beiggi hansara tók hann burtur, og hevði hann eisini seinni um kvøldið sagt við táverandi damuna hjá løgreglumanninum, at hon ikki fór at kenna løgreglumannin aftur, eftir at hann hevði fingið hendur á honum.
Løgreglumaðurin greiddi frá, at um talan bara var um eina hending, so hevði hann ikki hugsað meira um tað, men tá hann tríggjar ferðir upplivdi hóttandi atburð frá ákærda, so bíðaði hann bara til ákærdi fór at geva honum ein frammaná.
Fyrrverandi daman hjá løgreglumanninum varð eisini innkallað sum vitni, og var hennara frágreiðing í stóran mun samsvarandi við frágreiðingini hjá løgreglumanninum, og upplivdi hon eisini atburðin hjá viðkomandi sum hóttandi.
Ákæruvaldið metti, at prógv var fyri, at 58 ára gamli maðurin hevði hótt løgreglumannin við harðskapi, og tá einasta veruliga samband teirra millum var hálvt ár frammanundan, tá viðkomandi hevði tikið ákærda fyri rúsdrekkakoyring, metti ákæruvaldið, at talan var um harðskap í samband við at viðkomandi var løgreglumaður. Tí kravdi ákæruvaldið, at viðkomandi bleiv dømdur 30 daga fongsilsrevsing.
Verjin vildi vera við, at einki prógv var fyri, at samband var millum hóttanirnar og tað, at ákærdi bleiv tikin fyri rúsdrekkakoyring. Verjin metti heldur ikki, at ákærurnar vóru so mikið grovar, at tær uppfyltu treytirnar í §266 í straffilógini, og tí bað verjin um fríkenning.
Dómarin metti tó ikki, at tað hevði eydnast verjanum at prógva at onnur viðurskiftir vóru orsøkin til, at ákærdi hótti løgreglumannin, men av tí, at viðkomandi aldrin var dømdur fyrr og heilsustøðan ikki er av tí besta, dømdi dómarin mannin til 20 dagar treytaða fongsulsrevsing.