Ein 21 ára gamal maður bleiv í dag dømdur í Føroya rætti fyri at hava tikið eina nakinmynd av eini 14 ára gamlari gentu og deilt hana við onnur á Snapchat.
Maðurin játtaði seg sekan í ákæruni.
Hann greiddi frá, at júst hetta kvøldið var gentan komin heim til unga mannin, tí tey skuldu hyggja eftir einum filmi saman.
Uttan at hon varnaðist tað ella hevði givið samtykki til tess, tók maðurin eina mynd av gentuni, har hon var mest sum nakin. Ungi maðurin greiddi frá, at tað var rættiliga eyðsýnt á myndini, hvør gentan var.
Myndina sendi ungi maðurin til nakrar vinmenn á fíldeilingstænastuni Snapchat. Snapchat er ein app á telefonini, sum loyvir tær at senda myndir ómakaleyst til vinir tínar. Myndirnar síggjast eina lítla løtu, og eru so strikaðar. Tað er, um ikki onkur tekur eina skíggjamynd.
Onkur av vinmonnunum man so hava tikið eina skíggjamynd (t.e. screenshot) av myndini, tí myndin bleiv send víðari og ferðaðist runt millum ung í býnum.
Nú dømdi maðurin greiddi frá, at gentan kvetti sambandið við hann eftir hetta og meldaði hann nokk so skjótt. Hann hevði fleiri ferðir síðani biðið hana um umbering fyri tað, hann gjørdi.
Hann greiddi frá, at hann ikki hevði spurt hana, hvussu gomul hon var, og visti tí ikki, at hon einans var 14 ára gomul.
Hann fekk 40 daga treytaða fongsulsrevsing fyri gerðina, dømdur fyri blygdanarskemd fyri at hava tikið myndina uttan hennara samtykki og fyri barnapornografi fyri at hava sent myndina til onnur.
Dómarin segði, at júst hetta evni við at taka og senda myndir av øðrum hevur verið so nógv frammi, at maðurin átti at vita, at tað hann gjørdi, var skeivt. Hon nevndi eisini, at tað ikki er nøkur umbering, at man ikki veit, hvussu gomul ein genta er.
- Bara at lata vera við at spyrja um aldurin er ikki gott nokk. Letur man vera við at spyrja, so góðtekur man eisini vandan við, at gentan kann vera undir seksuella lágaldurin, segði dómarin millum annað í rættinum.