Dømdur fyri fíggjarsvik móti Eik Banka

Ein dani er dømdur fyri at hava svikað fyri 35 milliónir krónur.

Rætturin í Odense hevur í dag sagt dóm í einum máli har ein dani, René Müller, var ákærdur fyri at hava framt fíggjarsvik fyri 40 milliónir krónur.


Í føroyskum høpi er rættarmálið áhugavert, tí René Müller var ákærdur fyri at hava framt svik móti Eik Banka í Danmark.


Dómarin gav ikki ákæruvaldinum fult viðhald, men René Müller varð funnin sekur í fíggjarundandrátti og skuldarasviki fyri eitt virði á 35 milliónir krónur. Tað skrivar Ekstra-Bladet.


Fyri tað varð René Müller dømdur trý ára fongsulsrevsing.


Dómurin var tó eitt sindur mildari enn ákæruvaldið kravdi, tí rætturin tók hædd fyri, at tað er so long tíð liðin síðani, at brotsverkini vórðu framd.


Hóast talan er um viðurskiftir, ið hendi í 2007 og 2008, so var ákæruvaldið klárt við ákæruritinum fyrr enn í desember 2014.