Fyrrapartin dømdi Føroya Rættur ein mann 6 mánaðar fongulsrevsing fyri at hava gjørt seg kynsliga inn á ein drong, sum tá var undir 15 ár.
Maðurin varð dømdur fyri at hava framt annan kynsligan ágang enn samlegu móti dronginum gjøgnum eitt longri tíðarskeið.
Ákærdi maðurin játtaði seg lutvíst sekan, fyri í nøkrum fáum førum at hava gjørt seg inn á drongin. Hinvegin ljóðaði ákæran upp á, at maðurin í fleiri førum og gjøgnum eitt longri tíðarskeið skuldi hava gjørt seg inn á drongin. Ákærin kravdi tí 9 mánaðar fongsulsrevsing og eitt endurgjald á 80.000 krónur.
Dómur fall í málinum í dag. Dómarin dømdi hálvt ára fongsulsrevsing og at ákærdi skuldi gjalda órættaða 30.000 krónur í endurgjaldi, umframt sakarmálskostnaðin.
Talan var um ein sokallaðan tillægsstraf, tá dømdi maðurin longu frammanundan er dømdur í einum øðrum, líknandi máli og hevur sitið tann dómin.
Dømdi maðurin bað sær umhugsunartíð, áðrenn avgerð verður tikin um at kæra dómin.