Ali Hassan al-Majeed, sum er betur kendur undir navninum Kemiski Ali, er aftur dømdur til deyða í Irak. Sambært irakska sjonvarpinum er hetta hansara fjórði deyðadómur. Ali Hassan al-Majeed var systkinabarn Saddam Hussein.
Hann var eisini ein av teimum ovastu herleiðarunum hjá Saddam og stóð á odda fyri gassálopinum á kurdiska býin Halabja í 1988, tá meiri enn 5.000 fólk doyðu. Hann er eisini dømdur til deyða fyri álop á sjiamuslimar í Suðurirak í 1991.
Ali Hassan al-Majeed varð tikin í 2003 og hevur sitið í einari amerikanskari fangalegu í Irak síðani.