Dømingin er ein familjusjúka

Teir elska ikki at taka avgerðir, men fótbóltsdøming er ein sjúka í familjuni. Feðgarnir Nemus, Ransin og Ríkin fyrireika seg í hesum døgum til komandi fótbóltsárið – sum ávikavist dómaraeygleiðari, dómari og linjudómari

Fótbóltsdøming: – Her í familjuni eru vit altíð von at vera til tíðina!
Nemus Napoleon Djurhuus kemur pøstur inn í stovuna. Hann er fáar minuttir ov seinur, og Ransin Napeloen Djurhuus, sonurin, er framvegis ikki komin. Nemus reikar runt á gólvinum eina løtu, áðrenn sonurin kemur rennandi. Jú, feðgarnir eru líkir.
Teir leggja í hesum døgum síðstu hondina á sínar fyrireikingar til komandi fótbóltsárið, og tí er mestsum sjálvsagt, at fótbólturin er stóra samtaluevnið, tá teir eru saman.
Nemus hevur sett seg í lenistólin, tá hann hugleiðandi byrjar at tosa um Ríkin, yngsta sonin, sum eisini er farin undir dómarayrkið. Hann gongur í 10. flokki, men er longu biðin at vera linjudómari í næstbestu deildini komandi mánaðirnar.
– Hann er ágrýtin og vil verða millum bestu dómararnar í landinum. Hann hevur ambitiónir, sigur Nemus og hyggur fram fyri seg.
– Stakkalin! Hann veit ikki, hvat bíðar honum, letur skemtandi og argandi úr Ransin.
Ríkin er staddur í Prag, og fær tí ikki verið við til samrøðuna.

Familjusjúka
Nemus varð í fleiri ár roknaður sum besti dómarin í landinum og hevði dømt í yvir 20 ár, tá hann í 1993 dømdi sín fyrsta altjóða skrásetta A-landsdyst. Í alt dømdi hann 30 altjóða dystir, áðrenn hann gavst at floyta í 1995. Ransin og Ríkin royna nú at gera honum kynstrið eftir.
– Dømingin liggur eftir øllum at døma í blóðinum. Tað er ein familjusjúka, sigur Nemus og hyggur fram fyri seg.
Men Nemus, hevur tú roynt at ávirkað synirnar at døma?
– Nei, ikki sum so. Vit hava altíð prátað um fótbólt og kjakast um ymsar dómaraavgerðir. Áhugin hevur altíð verið fyri tí, fortelur Nemus, áðrenn Ransin tekur orðið.
– Vit eru ongantíð kroystir til tað, men áhugin kemur sjálvsagt frá honum. Eg og Ríkin hava altíð verið við, tá hann hevur dømt og verið til dystir. Hann tók meg við á dómaraskeið, tá eg var 14 ára gamal, og eg skal viðganga, at eg fekk tíðliga hár á bringuna, tá eg var linjudómari hjá Kurt Mørkøre, Jens Martin Knudsen, Eli Hentze og øðrum, sigur Ransin flennandi frá.
Ransin, hvat hevur tú arvað frá pápa tínum?
– Øll klæðini!, er Nemus skjótur at svara og flennur í kíki.
– Eg eri líka snarsintur sum hann, men annars duga onnur helst betur at svara, sigur Ransin.
Men so ger pápin eina roynd at leggja soninum lag á: – Tað má eg viðganga, at Ransin skal læra at stýra sínum sinni, tí hann má ikki leypa framav og skeldast við spælararnar, greiður Nemus álvarsamur frá.

Elska spælið
Tápuligar viðmerkingar sum »idiot«, »klovn« og »fuck you« eru gerandiskostur hjá flestu fótbóltsdómarum. So at siga hvønn sunnudag geva spælarar, álitisfólk og áskoðarar teimum ein lúsing. Og fjepparar ræðast ikki at siga sína hugsan um dómararnar á kjaksíðum og í almenna rúminum.
Ransin, er tað veruliga vert at vera dómari, tá tú verður útsettur fyri slíkum hvørt vikuskifti í átta samfullar mánaðir?
– Ja, avgjørt. At vera dómari er eisini ein ítróttur. Eg elski í øllum førum at vera við í spælinum og at hava ávirkan í royndini at lyfta føroyskan fótbólt. Dómarar mugu eisini tola nógv, men eitt mark skal vera. Tá talan verður um beinleiðis hóttanir, er farið væl og virðiliga út um hetta markið, greiðir Ransin álvarsamur frá, áðrenn pápin tekur orðið frá honum:
– Vit mugu hugsa um, at dómarin fer frá húsum hvønn sunnumorgun, tí hann vil verja spælararnar, so teir ikki um kvøldið koma til hús á høkjum og rullistóli. Og spælararnir fara frá húsum hvønn sunnumorgun, tí teir elska spælið og vilja undirhalda áskoðarum. Tað er ræðuligt, tá álitisfólk fara í fjølmiðlarnar við undanførslum og geva dómaranum skyldina fyri, at teir hava tapt, tí oftast er tað langt frá veruleikanum. Tí er fantastiskt, tá spælarar frá báðum liðum koma til tín og takka fyri dystin, sigur Nemus, og leggur braneggjaður afturat:
– Tað er komið fyri seinnu árini, at spælarar, ið eg havi dømt og sum framvegis eru í spælinum, hava spurt meg, hví aðrir dómarar ikki eru sum eg, greiðir hann frá.
Men so er Ransin skjótur at svara pápa sínum aftur: – Stegða, babba! Steðga! Tað var eingin kapping í tínari tíð. Nú er ferð á spælinum, og avbjóðingin hjá dómarunum er nógv størri. Tíðin við, at dómarar skulu renna eina árliga rennitest í hasum bikini-shortsunum er farin, prikar Ransin til pápa sín.
– Ransin, tað vóru tríggjar testir, er Nemus skjótur at svara.
Feðgarnir sita í ein heilan tíma og kjakast um føroyskan fótbólt og um lívið sum fótbóltsspælari, og eitt er vist. Í hesi familjuni er dømingin ein familjusjúka!