Ódámlig herferð móti kringvarpsfólki

Høgni í Jákupsstovu og Óluva Zachariasen, redaktiónsleiðarar á Tíðindadeildini
-------

Í greinini “Nú er bara lygnin eftir í Fiskimálaráðnum” spillir løgtingsmaðurin Tórbjørn Jacobsen enn einaferð starvsfólk í Kringvarpinum út.
Tjóðveldistingmaðurin hevur ilt av, at eftirmaður hansara í Fiskimálaráðnum, Jacob Vestergaard, er komin til orðanna í Útvarpinum og velur tí at fara beinleiðis eftir tíðindamanninum, heldur enn málinum.
Hetta er tíverri ikki fyrstu ferð, at Tórbjørn Jacobsen nýtir slíkan framferðarhátt móti tíðindafólkum, tá hansara politisku kappingarneytar sleppa framat í tíðindunum.
Um Tórbjørn Jacobsen heldur, at Kringvarpið hevur borið rang tíðindi, er hann vælkomin at kæra um tíðindaflutningin. Og um hann ikki er nøgdur við svarið, hann fær frá Kringvarpinum, hevur hann eisini møguleikan at kæra til Fjølmiðlanevndina.
Men ein slík ódámlig herferð móti einum vanligum tíðindafólki, átti at verið langt undir tignina hjá einum fólkavaldum umboði.