Eigarin av Degnshúsi, Petur Olsen, hevur verið tættur sum tunnan, nú húsini hjá honum og ætlaði skrivstovubygningurin hevur verið nógv umtalaður í fjølmiðlunum síðstu tvær vikurnar. Men nú hevur hann hug til at gera nakrar viðmerkingar til málið.
Vónbrotin av landsantikvarinum
Petur Olsen sigur, at tað hevur verið ein stak óbehagilig kensla at síggja síni privatu viðurskifti verða viðgjørd í fjølmiðlunum síðstu tíðina, og hann sigur, at tað hevur verið ein sera tung tíð.
Somuleiðis sigur Petur Olsen seg vera sera vónbrotnan av landsantikvarinum, sum hevur verið alment frammi í fjølmiðlunum og úttalað seg um eina møguliga friðan av húsinum, áðrenn hann yvirhøvur hevur sett seg í samband við eigaran, og heldur ikki hevur verið og hugt at ognini. Petur Olsen sigur, at verða húsini friðið, má hann ansa sær, at hann ikki er inni, tí so verður hann allarhelst eisini friðaður.
Eigarin av Degnshúsi heldur tað eisini verða løgið, at fólk tosa um at friða húsini, tí húsini eru rættuliga nógv broytt, síðani Anton Degn búði í teimum. Millum annað var eldur í húsinum á vári 2001, og tá bleiv alt loftið brotið niður og gjørt av nðggjum. Harafturat er klædningur, vindeygu og gólv alt skift seinnu árini, so talan er um eini heilt onnur hús.