Ódámliga føroyska søgufalskingin

Virgar T. Dalsgaard

Í sambandi við, at eg fyri trimum árum síðani skrivaði eitt lítið søgubrot um bumbingina av okkara aldargamla lóggávutingi 18. september 1945, fekk eg hópin av fyrispurningum frá yngri fólki um, hvat orsøkin kann vera til, at tey ongantíð hava fingið slíkt at vita fyrr ? t.d. tá ið tey sjálvi gingu í skúla. Og nú havi eg aftur fingið nógvar reaktiónur frá fólki, sum bæði eru bilsin og skelkaði um tað, sum eg skrivaði í greinini »Ambivalentir moralistar« í bløðunum 1. oktober í ár. Ein fastur táttur, sum gongur aftur hjá næstan øllum, sum ringja til mín, er, at tey fregnast eftir, hví hesir tilburðir ikki eru komnir at standa í teimum søgubókum, sum verða brúktar í føroyskum skúlum í dag.
Hetta eru sjálvandi relevantir og álvarsamir spurningar, sum áttu at verið beindir til føroyskar skúlamyndugleikar. Hví letur man framvegis menn sleppa at skriva subjektivar søgubøkur, sum leypa um alt tað, sum er skammiligt og pínligt fyri fullveldisrørsluna? Hví skal man framleiða eitt glansbílæt av hesi ódámligu rørslu?
Hví verður t.d. feudali høvuðskamburin Jóannes Patursson idylliseraður og gjørdur til ein positivan karikatur av veruleikanum ? tann maðurin, sum stóð á odda fyri tí eina mest ódemokratiska álopi, sum nakrantíð er framt á okkara løgting, tá ið hann biddaði og bønaði danska kongin Christian Tíggjunda og statsministaran Thorvald Stauning í 1937 um at upploysa okkara lógliga valda føroyska ting og senda tingmanningina heim, bara tí meirilutin ikki var samdur við honum? Hví verður ikki sagt ungum fólki frá, at tað vóru hesir báðir donsku menn, sum tá gjørdu demokratiskan manngarð um føroyskt fólkavald og vardu føroyska tingmeirilutan móti egoistiskum harraboðum frá ráðaríka og ódemokratiska kongsbóndanum?
Ræðast søgumenn tann ódemoktatiska køstin? Hví verður harðrendi og kyniski politikkur fullveldismanna romantiseraður og idylliseraður? Hví skal ódemokratiski atburður teirra krógvast fyri yngri ættarliðum? Er eingin, sum torir at skriva objektivar og ópolitiskar skúlabøkur, sum ikki eru søguligur kosmetikkur?

Hvat kann gerast?
Ja, so leingi, sum vit ikki hava hesar søgubøkur ella annað objektivt skúlatilfar, og so leingi sum fjølmiðlarnir eru eiðasørir til at taka upp tann táttin, sum vísir ódemokratisku framferð fullveldismanna, eru eingi onnur ráð enn at tit, sum ung og forvitin eru, sjálvi fara at gera kanningar.
Fyri tað fyrsta er nógv tilfar at fáa úr bløðunum ? bæði Dimmalætting, Sosialurin og Tingakrossur eru rættiliga góð søgulig vitni um hesa óhugnaligu tíðina. Serliga er umráðandi at festa seg við tíðina frá tí, at Jóannes Patursson fer úr sjálvstýrisflokkinum og yvir í fólkaflokin stutt fyri kríggið og dygst fram til løgtingsvalið heystið 1950.
Fyri tað næsta mugu tit eggja og stimbra reiðiligum føroyskum skúlamonnum til at fara undir meira objektiva søguliga upplýsing, t.d. við at brúka søguligt blaðtilfar. Avbera ófatuligt er fyri meg, at ikki øll føroysk bløð langt síðani in extenso eru løgd út á Alnótina (Internetið). Orka blaðeigararnir ikki at fíggja hetta tiltak, má landið gera tað, so vanligt fólk fær fulla atgongd til alt blaðtilfar frá farnu øld!
Men tíanverri vóru nógvar hendingar, sum aldri komu í bløðini; bløðini kunnu sjálvsagt heldur ikki so væl tolka ta hatsku atmosferuna, sum var nógva staðni kring landið.
Á veljarafundum var viðhvørt so ódámligt, at tað var beinleiðis lynch-stemningur! Ofta hoyrdust á almennari gøtu grovar hóttanir móti sambandsfólki um repressaliir og hevnd! Hetta kom heldur ikki altíð í bløðini. Lat meg nevnda onnur viðurskifti, sum ikki komu í bløðini:
Tað var rættiliga vanligt, at menn vóru politiskt trýstir við ómenniskjansligari fíggjarligari kúging. Raskir trolaramenn, sum ikki duldu fyri, at teir vóru javnaðarmenn, vóru frá hond koyrdir í land eftir boðum frá útgerðarmonnum úr loysingarflokkinum. Dømi eru um, at menn, sum ikki áttu sýru í vegg, fingu næstan óavmarkað lán í Sjóvinnubankanum, bert tí teir vóru limir í loysingarflokkinum, meðan sambandsmenn, hóast teir vóru kredittverdir, fingu kortanei til lánveiting! Teir seinnu fingu tó góðar sømdir í hinum bankanum, Føroya banka! Slíkur yvirgangur kom sjáldan á prent, tíverri!
Fyri at fáa nærri og grundigari upplýsingar um hesi viðurskifti mugu tit fara at tosa við tey eldru ættarliðini, sum enn eru á lívi og eru fús at vitna; ? best er at tosa við tey, sum í dag eru farin um 70 ella 75 ár ? tit mugu geva tykkum góða tíð, hava bandupptakara við og so lata tey eldru fortelja og minnast. Gera tit hetta arbeiði, sum søgumenn langt líðani áttu at gjørt, varðveita tit gott keldutilfar av eygleiðingum og vitnisføstum frágreiðingum, sum fullveldismenn og núverandi fjølmiðlaliðið ætla at feia langt inn undir tað søguliga gólvteppið! Helst skulu allir pínligir upplýsingar um loysingarrørsluna fara undir flag. Hetta er fjalda dagsskráin! Tað hastar við at fáa tey søguligu krúnvitnini at úttala seg, áðrenn ov seint er!

Illusiónin um kúging
Íslendingar hava eisini leingi havt eina forfalskaða søgu, og hjá teimum eins og hjá okkum ráddi um at byggja upp eina mytu um, at teir vóru kúgaðir av dønum, tí annars kundi ikki framalast ein loysingarvilji í fólkinum. Í dag eru fleiri ungir íslendskir søgumenn, sum tora at taka upp henda táttin um danskaratíðina, har teir júst hava ávíst, at tað ongantíð var nøkur donsk kúging í Íslandi ? tvørturímóti, so vardu danskir embætirmenn oftast íslendsku almúguna móti yvirgangi frá teirra egnu landsmonnum, teimum ráðandi stórættunum. Dømi eru um, at íslendingar fingu send fólk niður til tvangsarbeiði og revsingar á Bremarhólmi í Danmark langt aftaná, at danir vóru givnir við slíkari revsing. Tað var tí, at íslendingar vildu sleppa sær undan hesum »besverligu« landsmonnum. Sum ikki einaferð mátti Danmark verja íslendingar móti øðrum íslendingum!
Tað er ikki væl dámt av øllum í Íslandi, at henda søguliga avdúking verður gjørd! Men slíkt arbeiði má gerast ? tá ið íslendskir søgumenn tora, máttu okkara søgumenn eisini tort. Vit høvdu ein, sum tordi ? John Davidsen ? hann er tíverri farin!
Støðan hevur nevniliga verið næstan tann sama í Føroyum. Tað skuldi skapast ein myta og ein paranoidur tvangstanki um, at danir ella Gabelsmenn høvdu kúgað okkum, sjálvt um tað lættliga tvørsøguliga kann ávísast, at føroyingar høvdu tað betri bæði í 17. og 18. øld enn danskir bøndur um somu tíð.
Bara í danska býnum Køge, sum hevði minni fólkatal enn Føroyar, vórðu brendar 26 kvinnur á heksabáli. Ikki ein tann einasta kvinna varð brend í Føroyum, tí skilagóðir danskir embætismenn ikki vildu rætta seg eftir nøkrum slatri, túnatosi ella lynchstemningi.
Hjá okkum vardu danskir embætismenn ofta føroyska smámannin móti kongsbøndrum, eitt nú tí sjálvsøkna Nólsoyar Pálli, sum kúgaði vanligar føroyingar. Í dag royna loysingarmenn at gera Nólsoyar Páll til eina hetju, hóast søgukøn fólk væl vita, at hann bara arbeiddi fyri seg sjálvan og eitt lítið lið av stórbøndrum, sum hann nevndi føroyingar, meðan hann gjørdist púra hysteriskur um tað, at Løbner fekk skipað fyri, at fátækir havnarmenn (vóru teir ikki føroyingar?) fingu jørð til traðir frá Kirkjubíggjargarðinum, so at teir kundu velta og fáa sær kúgv. Tað var sanniliga frælsi fyri hesar smámenn og teirra børn at fáa ein mjólksopa. Hetta kallaði superegoisturin Nólsoyar Páll kúging. Hesin óbeskedni maðurin, sum í tí søgufalskandi Fuglakvæðinum ger seg sjálvan til hetju, meðan Løbner og aðrir danir verða gjørdir til bølmenni ? heilt uttan søguliga kjølfestu!
Tá ið eg gekk í skúla vóru tíbetri nógvir føroyskir lærarar, sum vóru samvitskufullir, og sum vóru nóg gamlir til sum krúnvitni at minnast nógv av yvirganginum, sum hevur verið í føroyskum sonevndum fullveldispolitikki. Hesir menn tordu og syrgdu fyri, at vit fingu eina nuanceraða vitan um roktíðina undan krígnum, undir krígnum og beint eftir kríggið. Og hesir lærarar vóru ein góð kontravekt móti teimum frelstu loysingarlærarum, sum tíanverri eisini vóru tá ? teir loysingarprofetar, sum royndu at intoktrinera og manipulera okkum við politiskum daddusøgum! Ungdómur, sum fær avbalanceraða holla vitan um søgutilburðir, er væl vaccineraður móti ábyrgdarleysum fantastum og dagdroymarum. Tað er ein óupplýstur og lítið vitandi ungdómur ikki! Fremsti forútsetningur fyri at sleppa undan manipulatión og politiskari indoktrinering er holl informatión og ócensureraði tíðindi. Tað er tí av lívsneyðugum týdningi, at føroyskur skúlaungdómur í dag fær alt keldutilfar á borðið! Kenna søgumenn og fróðskaparsetrið ikki vitjunartíð sína, ella eru teir ov ræddir, mugu fólk sjálvi av sínum eintingum fara og savna inn neyðugt keldutilfar ? ongantíð ov skjótt!