Dómstólurin stendur við avgerðini

- Hendan frágreiðingin er søgan, sum hon verður lýst út frá sjónarhorninum hjá okkara advokati. So er tað upp til dómstólin at taka støðu til, um okkara søga er tann rætta, sigur Henrik Bjerre- Nielsen

Hvørki Marner Jacobsen, fyrrverandi bankastjóri, ella Hans Laksá, stjóri í Nota, taka undir við niðurstøðunum í frágreiðingini, sum Fíggjarligt Støðufesti hevur gjørt.
Henrik Bjerre-Nielsen viðurkennir, at tað eru fleiri metingar av málinum, men hendan søgan verður lýst úr teirra sjónarhorni.
- So er tað upp til dómstólin at taka støðu til, um okkara søga er tann rætta, sigur Henrik Bjerre-Nielsen. Hann leggur afturat, at advokaturin fer nú at fyrireika rættarmálið.
- Tað tekur altíð eina ávísa tíð, men vit stremba eftir, at tað hendir skjótast tilber. Vit kunnu framvegis ikki siga nágreiniliga, sigur hann.
Fyrrverandi stjórnin, nevndarlimirnir og grannskoðanin hjá Eik kunnu vænta eitt lutfalsliga stórt endurgjaldskrav, sambært stjóranum í Fíggjarligum Støðufesti.
- Vit kunnu framvegis ikki siga nágreiniliga talið, men talan verður um eina stóra upphædd, sigur Henrik Bjerre-Nielsen.