Í morgun er dómur fallin í Eystara Landsrætti móti tveimum stjórum í gamla Eik Banka í Danmark. Sambært Bakmandspolitinum vístu stjórarnir ov stóra vælvild móti spekulantinum Vagn Williams Andersen.
Pástandurin var sambært Børsen, at bankin við hesari vælvild endaði við at binda seg til 283 milliónir millum BRF Kredit og felagið hjá Vagn William Andersen, Sydport.
Í býrættinum í Keypmannahavn gjørdist niðurstøðan, at teir báðir gomlu stjórarnir skuldu rinda 30.000 krónur í bót. Men hetta vildu stjórarnir ikki góðtaka og valdu tí at kæra málið til landsrættin.
Í morgun hevur Eystari Landsrættur tikið støðu í málinum. Og hann kom eftir, at dómurin frá býrættinum var rættur, og stjórarnir í gamla Eik í Danmark skulu tí rinda 30.000 krónur hvør í bót.