Dómur Guds yvir heimin

Tunaði meg inn á Lindina eitt kvøldið og kom fram á eina sending, ið eg ikki kann minnast navnið á, men orðini ið har fullu teir fáu minuttirnar, stendur enn fast í minninum.

Tað bleiv tosað um fíggjarstøðuna í USA og um tað sokallaðu avkristnanina, sum tað so fínt eitur, hóast tað er eitt fullkomiliga óbíbilskt orð, og sum nærum er ógjørligt at tulka, so verður tað javnan havt á lofti og hálovað av mongum.

Í sendingini kom fram, at fíggjarkreppan var íkomin eina av gudloysi og ólýdni móti Guds boðum og fylgjan av hesum var, at amerikuíbúgvar arvaðu hesa skuldina vegna synd og ólýdni sítt. Um hetta er sannleikin, so er illa statt hjá amerikuíbúgvum, tí so verða teir harðari raktir av Guds hond enn aðrar tjóðir.

Haldið ikki sjálvur at hetta argumentið heldur, mest tí at fíggjarkreppur hava altíð verið og fara altíð at koma so leingi heisin heimur stendur, og so leingi tað verður keypt og selt og fíggjarhjólini í heiminum mala.

Men, sannlíkindini eru fyri, at hetta væl kann verða tann síðsta kreppan av sínum slag, tí givið er, at heimurin er vælvitandi um vandarnir, ið lúrað fyri framman. Um ein fylgir við í heimspolitikki ella lesur bíbliuna, so er lítil vón fyri, at hesin hart kroysti vesturheimurin hevur langa livitíð.

Amerikanar hava síðstu 100 árini verið ímyndin av vesturheiminum, sum ein "sokallaður" stóribeiggi, ið hevur bjargað neyðars Europa frá kúgan og hevur Europa við hjálp frá USA, varðveitt fríheitina. Soleiðis hava USA verið fremstu stríðsmenn fyri frælsishugsjónini og eru ímyndin av demokrati. Men nú tykist lítið um USA í heimspolitikki og vælhugsandi er at USA kemur møguliga at trekkja seg eisini herðnaðarliga næstu árini.

Um ein "kristin" ynskir at verða so harður og dømandi viðvíkjandi USA at Gud straffar teir fram um allar aðrar tjóðir, so má ein eisini verða objektivur, tí at um USA er so gudleyst og skal bøta so hart longu nú, hvat so við teimum avrikunum, ið teir hava framt, t.d so brúkti Ísraels Gud, USA til at hjálpa fólkið Guds aftur til sítt egna land sum við lyftið er Ísrael.

Alt hetta tosið um kristnan og avkristnan, er eitt religiøst og menniskjaupphugsað hugtak, ið tú ongastaðni finnur í Skriftini frá Gudi. Tjóðir kunnu ikki verða ella blíva kristnar, ei heldur kann ein tjóð avkristnast. Dómur Guds, Guds fullkomni og rættvísi dómur er goymdur Degi Harrans.

Í Ezekiel kap. 30 og vers 3 »Tí nær er dagurin, ja, nær er dagur Harrans; DAGUR við skýggjum, dómstíð skal hann vera tjóðunum. Um Harrin Gud skuldi dømt og gjørt upp við syndina her og nú, so hevði Orð Guds ( Ezk.kap.30 og v.3) ikki verið eftirfarandi. Tí hevði Harrin gripið inn í støðu tjóðanna og fólksins so hevði ongin sloppið undan. So spurningurin má tí verða. Hevði TÚ viljað, at Harrin gjørdi upp í tínum lívi beint nú og dømt syndin í tær og rundanum teg??

Helst ikki, og her kemur frelsuboðskapurin inn, at tann ið trýr á Sonin kemur ikki til dóms, men gongur yvirum frá deyðanum til LÍVIÐ, og lívið er Jesus Kristus (Jóhs kap.14v6) Dómur merkir deyði og deyði merkir skilnaður frá Gudi. So ein kann ikki bæði verða frelstur og dømdur (livandi/deyður) somu tíð.

Jesus sigur í Jóhs. evangelium kap.16 vers.11 at høvdingin yvir hesum heimi ER dømdur, og tí kann heimurin ið sjálvum sær ikki frelsast, og høvdingin yvir hesum heimi er Antikrist og Antikrist kann ikki frelsast undan dómi Guds, tí hann er longu dømdur, tí Harrin Gud dømdi syndina og heimin í Edens urtagarðið og staðfesti dómin á Golgata krossi, Tá vísti Jesus seg sum sigursharra og vann okkum (menniskjum) eina æviga  endurloysing í blóði sínum. Tí er Guds Sonarblóð einasta bjarging ið kann frelsa út úr hesum dømda heimi.

Dagur Harrans skal avgera lagnuna hjá USA og øllum øðrum tjóðum, og ikki ófullkomin menniskju, ið ikki enn síggja inn í fullkomnu mynd Guds.

Skal enda við einum Orðið úr Fyrra Timoteusarbrævið kap.2 frá v. 1 til 4.. »Eg áminni nú fyrst av øllum um, at bønir, ákallanir, forbønir, takkargerðir verða hildnar fyri øllum menniskjum, 2. fyri kongum og øllum, ið høgt eru sett- fyri at vit kunnu liva stilt og friðarligt lív í øllum gudsótta og siðprýði.3. Hetta er Gudi, Frelsara okkara, gott og tekkiligt, 4. Honum, sum vil, at ØLL menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan«.

Haldi at øll bíbliutrúgvandi skuldu hildið seg til hesi orð og biðið fyri mannaættindum og yvirlatið dómin til tann, ið er tann einasti, ið er førur fyri at døma rættvísan dóm.