Dómur skotin inn fyri Landsrættin

Herfyri fekk byggifelagið K.J. Smíð úr Vestmanna viðhald í Føroya Rætti, tá felagið kravdi Tórshavnar kommunu eftir endurgjaldi, tí tað ikki fekk arbeiðið at byggja høllina í Hoyvík, hóast K.J. Smíð hevði lægsta tilboðið. Kommunan hevur skotið dómin inn fyri Landsrættin

Stríðið um ítróttarhøllina í Hoyvík heldur fram. K.J. Smíð fekk viðhald í Føroya Rætti, men Tórshavnar býráð hevur skotið dómin inn fyri Landsrættin.
K.J. Smíð kravdi kommununi eftir endurgjaldi, tí hon ikki hevði givið felagnum arbeiðið at byggja høllina í Hoyvík, hóast K.J. Smíð hevði lægsta tilboðið. Ístaðin fekk Byggitek arbeiðið.
Grundgevingin hjá býráðnum fyri ikki at geva felagnum arbeiðið var, at K.J. Smíð ikki var limur í Føroya Handverksmeistarafelag. Hesum vildi K.J. Smíð ikki lata sær lynda og saksøkti tí kommununa.
Føroya Rættur metti, at grundgevingin hjá kommununi ikki var nóg góð, og tí skal K.J. Smíð hava endurgjald. Enn er ikki gjørt av, hvussu stórt endurgjaldið skal vera, men talan kann vera um einar 700.000 krónur.

Fara víðari við málinum
Jógvan Páll Lassen, advokatur hjá býráðnum, váttar, at farið verður víðari við málinum, og at dómarun verður skotin inn fyri Landsrættin.
Býráðið vil vera við, at tað hevur rætt til at velja og vraka millum innkomin tilboð, júst sum tí lystir. Tí kann býráðið velja ein arbeiðsgevara framum ein annan, hóast hann hevur eitt hægri tilboð.
Jógvan Páll Lassen vísir á, at dómurin sigur, at sambært lisitationslógini kann býráðið velja og vraka millum innkomin tilboð.
Dómurin sigur, at býráðið skal viðurkenna, at avgerðin um at vrakað tilboðið frá K.J. Smíð er ógildug, og at býráðið skal rinda K.J. Smíð endurgjald. Hvussu stórt endurgjaldið skal vera verður avgjørt 6. august í ár.