Festligt damucruise - so fara damurnar til sjós. Á hvítusunnu skipar Synergi fyri damucruise við Norrönu
- Mannfólk duga so væl at savnast til alt møguligt, teir fara á fjall, fletta, skjóta harur, fara eftir nátum, á flot, fiska síl, hyggja eftir fótbólti, spæla tónleik, mála bátin ja, vit kundu hildið fram. Kvinnur hinvegin møtast bara sjáldan uttan børn, tað er líka bindiklubburin 14?anda hvønn dag ? ofta aftan á at børnini eru løgst.
Soleiðis skrivar Synergi í tíðindaskrivi. Tey siga, at tá kvinnur savnast, er tað sum oftast í sambandi við okkurt praktiskt, sum skal ordnast, eitt nú hjálpast at til konfirmatiónir, barnaføðingardagar og onnur hátíðarhald. Sum oftast eru børnini rundanum tær, tá tær eru saman. Men so verður ikki hesa hvítusunnuna. Tá fara kvinnur úr øllum landinum til sjós. Meiningin við túrinum er at geva kvinnum eitt høvi at hava tað stuttligt og rættiliga hugna sær saman uttan samstundis at ansa børnum, ordna ymiskt praktiskt, verða vertinnur ella annað ? man kundi sagt tað reina sjálvforkelisli.
Smyril Line vendi sær til Synergi, sum eru vanar at skipa fyri bæði stórum veitslum, Lívsstílsstevnu, fakligum tiltøkum og øðrum tiltøkum. Damurnar á Synergi hildu hetta verða eitt spennandi átak - endaliga eitt høvi hjá kvinnum at savnast um annað enn praktisk viðurskifti. Ikki minst kvinnurnar í familjuni, mammur, døtur, systrar, svigerinnur, svigerdøtur, mostrar, fastrar osfr.
Á skránni verður mangt og hvat, spennandi fyrilestrar um Enneagram, møguleiki fyri m. a. massagu, zoneterapi og meditatión, Roulette og Black Jack, spennandi second hand torg umborð, fancy damupart við lekrari 3-rættaðari menu, venjing í »maskinrúminum«, kanska sóla sær á dekkinum og ikki minst heilan leygardags shopping í longstu gongugøtu í Danmark (Esbjerg). So man ikki damurnar eisini fara at hava onkran góðan fongin heim við?
Komið verður heimaftur 2. hvítusunnudag, so tær náa eisini hvítusunnudøgurði ? tær eru ikki kvinnur fyri nothing.
Meira kann lesast á www.synergi.fo