Dánial er nýggjur marknaðar- og samskiftisleiðari hjá Betri

Betri samtakið hevur sett Dánial Hoydal í starv sum marknaðar- og samskiftisleiðara, men tekur hann ikki við nýggja starvinum fyrr enn 1. januar. Tað váttar Mortan Poulsen, fyribilsstjóri í samtakinum, fyri Miðlahúsinum.


- Vit lýstu í bløðunum eftir einum marknaðar- og samskiftisleiðara, tí vit ynsktu at styrkja bæði marknaðarføringina og samskiftið hjá samtakinum. Vit fingu fleiri enn tjúgu umsóknir til starvið, og eftir samrøður við umsøkjarar fall valið á Dánial Hoydal, sigur Mortan Poulsen.


Dánial Hoydal starvast í løtuni í Faroe Ship, har hansara starvsheitið er Marketing, HR & Business Development, og er hann harumframt stýrisformaður í Vinnuframa.


Nógvar broytingar eru í hesum døgum í leiðsluni í Betri samtakinum. 1. desember tekur Ben Arabo við sum stjóri í samtakinum, Ingunn Eiriksdóttir verður stjóri á Betri Trygging, Jean Djurhuus verður stjóri í Betri Banka og Olaf Guttesen verður varastjóri í bankanum, meðan Mortan Poulsen fer frá sum fyribilsstjóri í samtakinum og fer aftur í sessin sum umsitingarstjóri í samtakinum.