Dánjal: Góð tænasta og bíligari

Hesar seinastu tríggjar mánaðirnar hava føroyingar havt møguleika at velja millum tvey flogfeløg, tá flúgvast skuldi til Keypmannahavnar.

FaroeJet byrjaði nevniliga at flúgva uppá Føroyar 15. mai í ár, meðan Atlantsflog fleyg sín fyrsta túr millum Føroyar og Danmark 28. mars í 1988.

Vit hava hitt trý fólk á gøtuni og spurt tey um Føroyaflúgvingina. Spurningarnir vóru soljóðandi:

1) Hevur tú flogið við FaroeJet?

2) Hví?

Havnarmaðurin Dánial Hoydal hevur lisið retorikk í Keypmannahavn, og hevur flogið við FaroeJet. At hann gjørdi tað, hevði sínar serligu orsøkir:
- Eg vildi fegin stuðla hesum nýggja felagnum. Eg hevði hoyrt, at teir vóru bíligari og høvdu eina góða tænastu mótvegis ferðafólkunum. Og eftir at hava roynt FaroeJet kann eg bara siga, at hetta er so.
- Hinvegin so hóskaðu fráfaringartíðirnar eisini til mín tørv, og tí valdi eg FaroeJet.