Dánjal J. Bærentsen til minnis

    

Týsdagin 30. mars andaðist gamli landsdjóralæknin Dánjal J. Bærentsen. Hann var ein sermerktur maður á so mangan hátt.
Dánjal var ættaður av Hellu í Kvívík, og tey, sum kendu hann, kallaðu hann tí Dánjal á Hellu. Foreldrini vóru Angelika, ættað úr Heimistovu í Kaldbak, og Hans Bærentsen, ættaður av Sundi og kallaður Hellubóndin. Angelika og Hans fingu tvey børn, Dánjal og Bodil, kallað Boda, sum búsettist í Danmark.
Angelika doyði ung av tuberklum. Systir hennara Jacobina, nevnd Bina, fór til Kvívíkar at halda hús. Hans giftist uppaftur við Binu, og eisini í hesum hjúnalagi vóru tvey børn, Tummas, sum er bóndi, og Hanus, sum er lækni.
Sum tað skilst varð Dánjal borin til garðin, men hann helt seg ikki til. Í einari útvarpssamrøðu einaferð segði hann, at fyri sær var ein hvítur seyður hvítur, og ein svartur seyður var svartur. Annan mun sá hann ikki á teimum.
Heldur enn at bóndast fór Dánjal til Havnar at ganga á studentaskúla, har hann tók prógv í 1942. Tað var málsligt studentsprógv, sum var tað einasta, skúlin hevði tá. Hóast Kvívík er lítil bygd, var hann ikki einasti kvívíkingur, sum tók studentsprógv hetta árið. Dánjal Magnussen, sum seinni gjørdist sakførari, var á sama liði.
Longu fyri kríggið var runnið saman millum Dánjal og Elsu Jensen úr Nýggjustovu í Kvívík. Hon fór í 1939 til Noregs á Háskúla, haðani til Danmarkar at tæna og var so ein av mongum føroyingum, sum lógu fastir í Danmark undir krígnum. Har lærdi hon til sjúkrasystir. Elsa var fróð kvinna og skald. Fleiri sálmar, sum hon hevur yrkt ella týtt, eru í Sálmabókini.
Heima í Føroyum var Dánjal eitt skifti vikarur í skúlanum í Kvívík. Men mest plagdi hann at siga frá einum øðrum arbeiði, hann hevði. Saman við Axel Tórgarð ferðaðist hann um landið og býtti gassmaskur út til fólk. Tá kom hann at kenna hópin av fólki, og tað kom honum til góðar seinni.
Í 1946 giftust Elsa og Dánjal. Tey fluttu til Danmarkar, har Dánjal las til djóralækna á Landbúnaðarháskúlanum, og hon starvaðist sum sjúkrasystir á Gentofte sjúkrahúsi. Tá hann hevði tikið prógv, fluttu tey til Jyllands, har hann fekk sær privatan praksis sum djóralækni. Elsa og Dánjal fingu fýra børn: Anniku, sum er lækni og gift við djóralæknanum Jústinus Olsen. Høgna, sum búsettist í Danmark. Og tvíburarnar Jógvan, sum er teldufrøðingur og er giftur við Noru, og Atu, sum doyði ung.
Í 1962 fekk Dánjal starv sum landsdjóralækni, og tey fluttu tí øll til Havnar at búgva. Í 1965 fluttu tey í nýggj hús á Frúutrøð. Elsa doyði í februar 2002.
Dánjal tók við starvinum eftir Carl Johan Bech. Tey nógvu fyrstu árini var Dánjal eins og undanmaðurin einasti djóralækni í landinum. Arbeiðsbyrðan vaks í hvørjum, og nú eru fleiri djóralæknar, sum hava privatan praksis, umframt landsdjóralæknan.
Sum djóralækni var Dánjal strangur, og onkuntíð fór hann í rættin við kravi um, at ólógliga innflutt dýr skuldi avlívast. Hann setti sær fyri at varðveita Føroyar sum eitt øki, har fáar djórasjúkur vóru. Tí var hann trekur at geva loyvi til innflutning av livandi dýrum, og tað hóvaði ikki øllum. Tann álvarsamasta samanbrestin hevði hann í seinnu helvt av sjeytiárunum, tá hann sum veterinerur myndugleiki harðliga mælti Landsstýrinum frá at geva loyvi til, at eini 100 neyt vórðu flutt inn. Hóast eitt skip fult av neytum kom úr Danmark til Føroya, stóð hann við sítt, og tað gjørdi Landsstýrið eisini. Endin var, at skipið noyddist avstaðaftur við farminum. Dánjal stúrdi serliga fyri, at neytini kundu hava ringorm.
Eisini var hann hart ímóti, at fólk ótarnað sluppu at flyta inn hundar og onnur húsdýr. Heldur ikki dámdi honum, at eitt nú ósviðin seyðarhøvd komu inn í landið ella til dømis hoyggj. Alt hetta kundi hava smittu við sær, segði hann. Í hansara tíð sum djóralækni komu kortini tvær sjúkur inn í landið, og tað harmaði hann nógv. Onnur var ridluskriði, sum helst var komin longu í 1961 - árið, tá ongin djóralækni var her - við seyði, sum varð fluttur inn úr Skotlandi. Hin sjúkan var garnasótt, sum eftir øllum at døma kom við skotskum seyðarhøvdum.
Dánjal á Hellu var ikki einans djóralækni. Hann var eisini mentamaður, hevði eina stóra og breiða vitan og var sera gløggur. Hann dugdi framúr væl føroyskt mál og hevði stóran ans fyri málinum. Tí var hann eisini ein teirra, sum Signar á Brúnni landsstýrismaður valdi í nevnd at gera uppskot um føroyska navnalóggávu.
Umframt alt hetta var hann eisini frásøgumaður sum fáur, skemtingarsamur og hugnaligur at vera saman við. Hann visti ótaldar søgur frá sínum gerandisdegi. Ein av teimum var hendan:
Tá hann sum ungur ferðaðist kring um í landinum og handaði fólki gassmaskur, var hann eisini í lítlari bygd í Norðoyggjum. Tá hann kemur til bygdina, møtir hann trimum gentum, allar í sama slag reyðpuntutum kjóla. Hann hyggur upp í vindeyguni á fyrstu húsunum. Har eru gardinurnar reyðpuntutar. Konan í húsinum er í reyðpuntutum turriklæði. Eisini í hinum húsunum eru gardinurnar reyðpuntutar, og konan í seinasta húsinum er í reyðpuntutum fyriklæði.
Tá dugir hann ikki at tiga meir, men ber hetta upp á mál við konuna og spyr, um fólk sita so væl um sátt her, at tey keypa alt í felag.
Ánei, sigur konan. Menn høvdu verið á útróðri. Á veg innaftur, komu teir fram á ein toybolt, sum rak á sjónum. Helst mundi hann vera av jólaskipinum.
20 ár seinni var Dánjal aftur í bygdini sum djóralækni. Nú var einki reyðpuntut at síggja, men tá hann spurdi, fekk hann at vita, at enn var nakað eftir av toynum. Ein kona, sum var flutt av bygdini, átti nakað.
Drúgvur toyboltur var! Og stuttligt var at hoyra ein góðan frásøgumann siga hesa og mangar aðrar søgur.
Dánjal J. Bærentsen var 87 ár, nú hann doyði. Hesi seinastu árini var hann mestsum blindur.