FSF-FORMAÐURIN
Tað hava verið ymiskar fráboðanir, og tað hevur ikki altíð verið so lætt at fylgja við í hvønn veg ymsu fráboðanirnar vendu. Men nú er eingin ivi. Dánjal Andreasen verður ikki formaður í Fótbóltssambandi Føroya, tá ið ársaðalfundurin hevur verið nú leygardagin.
Í tíðindaskrivi tíðliga í gjár boðaði FSF formaðurin frá, at hann ikki longur er valevni til formanssessin. Harvið er tað greitt, at formanstíðin hjá Dánjali Andreasen gjørdist tvey ár, og at Frithleif Olsen í Rituvík, sum nú er einasta valevnið, verður fjórði formaðurin í FSF.
Dánjal Andreasen sigur í tíðindaskrivinum, at tað er av persónligum og arbeiðsligum ávum, at hann nú hevur gjørt av at taka seg aftur, og at hann heldur ikki vil, at hansara persónur skal vera orsøk til stríð í FSF. Tað heldur hann tað vera, um tað hevði verið stríðsval um formanssessin á ársaðalfundinum, og tí hevur hann gjørt av at taka seg aftur.
Upp á ein máta kemur tað óvart á, at Dánjal Andreasen nú hevur boðað frá, at hann ikki er valevni. Upp á ein annan máta er tað ikki so óvæntað.
Formansfrágreiðingin
Tað kemur óvart á, tí Dánjal Andreasen í síðstu viku týðuliga og klárt undirstrikaði, at hann ongar ætlanir hevði um at leggja frá sær. Á limafundi við feløgini í november í fjør, tá ið tikið varð saman um kappingarárið og tosað varð um nýggja árið, boðaði Dánjal Andreasen frá, tá ið fundurin var um at vera liðugur, at hann ætlaði at bjóða seg fram til eitt nýtt tvey ára skeið sum formaður. Hann segði seg at hava hoyrt tos um, at hann ikki ætlaði at stilla uppaftur, men hann segði seg ikki skilja, hvaðani hesi tíðindini komu.
Í síðstu viku var Christian Andreasen, sum hevði tikið seg aftur sum nevndarlimur, rættuliga hvassorðaður um formannin. Christian segði, at Dánjal Andreasen hevði greitt boðað frá, at hann ikki fór at stilla uppaftur sum FSF formaður. Hetta var Dánjal púra ósamdur við honum í. Dánjal segði í Sosialinum undan vikuskiftinum, at tað einasta, sum hann hevði sagt um hetta, var, at frammanundan at hann tók við borgarliga starvinum, sum hann nú hevur, hevði hann ivast í, um tað bar til at røkja tað starvið og samstundis vera FSF formaður. Tað segði hann seg nú hava funnið út av bar væl til, og tí bjóðaði hann seg fram eina ferð afturat.
Nú eina lítla viku seinni kann so staðfestast, at Dánjal Andreasen hevur funnið út av, at tað ber ikki til at vera FSF formaður og samstundis at røkja starvið, sum hann er í. Tað kann ikki undra, um hetta kennist undarligt.
Advokattrýstið
At tað ikki er so óvæntað , at FSF nú skal hava nýggjan formann, kemst av sera markanta leiklutinum, sum Christian Andreasen, sum hevur verið nevndarlimur í tvey ár og sum ikki stillar uppaftur, hevur havt hesar seinastu dagarnar í spurninginum um FSF formannin.
Christian Andreasen úttalaði seg í síðstu viku óvanliga markant um, at Dánjal Andreasen ikki var egnaður at vera FSF formaður, og um at Dánjal ikki hevði hildið lyftið, sum hann segði, at Dánjal hevði givið um, at hann ikki fór at bjóða seg framaftur. Christian segði eisini, at hann ikki kundi sita í nevnd við hesum formanninum, og tað var orsøkin til, at hann hevði tikið seg aftur sum nevndarlimur. Tað er eingin ivi um, at Christian Andreasen hevur havt stóran leiklut, tá ið brævið varð orðað, sum fríggjdagin varð lagt á heimasíðuna hjá Norðlýsinum og sum var í Sosialinum í gjár, og sum var frá meirilutanum í FSF nevndini og til FSF formannin.
Tað er ikki komið nakað alment fram um, hvat er farið fram aftaná, at FSF formaðurin ikki hevði aðrar viðmerkingar til skjótt fyrrverandi nevndarlimin enn, at hetta ikki skuldi viðgerast í fjølmiðlunum, men at aðalfundurin skuldi tala.
Hvat síðani er farið fram, ber illa til at fáa nakrar almennar viðmerkingar um. Men tað skilst á øllum brøgdum, at trýstið á sitandi formannin er økt seinastu dagarnar. Týsmorgunin legði FSF bossurin so kongin, og nú verður Frithleif Olsen í Rituvík nýggjur FSF formaður. KÍ, B68 og B71 skutu hann upp hósdagin í síðstu viku, og fimm dagar undan aðalfundinum er tað greitt, at hann verður FSF formaður.