Tað er altíð tungt at fáa deyðsboðini av einum, tú heldur av, einum ið stendur tær nær ella einum hollum vini. Og henda sunnumorgunin, hesi ófrættaboðini komu sum skelkandi vábrestur, var tað ikki meira, enn at tú fótaði tær aftur í øllum sorgarleikinum.
Kundi tað veruliga bera til, at Dánial, sum tú dagliga hevði umgingist, ikki var okkara millum longur? So seint sum hóskvøldið høvdu vit báðir etið náta inni í nýggju húsum hansara. Og at kalla hvønn dag í hoyggingini hevði hann tikið hondina í við okkum, og hann og sonurin, Magnus, høvdu hentað alla lesullina, hvønn nipil, upp sum ærnar høvdu kastað.
Hesin fryntligi maðurin var nú ikki longur okkara millum.
Dánial var sonur Poulu og Magnus Ennistíg; hon var ættað av Oyrini í Norðdepli og hann úr Kunoy. Dánial var av góðum bergi brotin. Hann vaks upp úti á Sand á Stongum í tvíhúsum, har abbin, Sivar í Kunoy, og omman Sanna, ættað úr Brekkuni í Klaksvík, búðu áfast teimum. Her nam hann mangt gott gamalt, sum børn, ið ikki liva nær abbanum og ommuni, ikki fáa inn við móðurmjólkini. Og ofta var hann norðuri á Oyrini, har omman Luffa og abbin Jóan Jákup búðu, og hvat kundi vera betri fyri drong sum Dánjal enn at uppliva fjørulívið í Hvannasundi og at flota bát har?
Dánjal var fittur og gløggur skúladrongur, nærlagdur og ágrýin, ið lærarar løgdu til merkis. Eftir skúla gongdina fór hann á HF og tók prógv har. Tínæst fór hann á Haslev Seminarium, har hann gekk tey fyrstu trý árini og tað fjórða árið á Føroya Læraraskúla og tók lær ara prógv í 1988.
Hann var læraravikarur við skúlan á Fossanesi í tvey ár og gjørdist so lærari við Skúlan við Ósánna. Hann tók seinni serlæraraprógv á DLH í 1999. Eitt ár hevði hann arbeiðs farloyvi og arbeiddi vanligt fiska- og laksaarbeiði. Og nú hann brádliga doyði, var hann í farloyvi vikarur á Viðareiði, har hann eisini lærdi børnini at telva og ætlaði at stovna talvfelag.
Sum lærari hevði hann fjølbroytta vitan í flestu lærugreinum. Hann var málsliga kringur bæði í útlendskum máli og í móðurmálinum, har hann sum ungur alvi hevði sogið sær málsliga máttin frá fleiri ættar liðum.
Tá ið vit tóku telvingina upp í sekstiárunum, var tað skjótt, at Dánial kom at telva, og hann var við í unglinga- ella dreingjakappingini longu veturin 1968-69, og øll árini, burtursæð frá tá hann hevur lisið uttanlands, hevur hann trúfast stuðlað og verið góður stuðul hjá Klaksvíkar Talvfelag, eins og hann hevur luttikið í kappingum felagsins.
Dánial var eisini íðin skóti í Skóta liði Nólsoyar Páls, hann var í Lions og í Skt. Jørundsgildi í mong ár, eins og hann sang við í bæði felagskóri og í manskóri.
Í 1991 vóru vit tveireinir í Íslandi á vinabýastevnu fyri kennarar. Vit vórðu móttiknir av Bjarna Braga Jónssyni seðlabankastjóra og Annu, konu hansara, ið var kennari; men vit búðu hjá Stellu Gudmundsdóttur, skúlastjóra á Hjalla skóla, og manninum Pálma Gisla syni, ið var landsbankastjóri; hann doyði fyri fimm árum síðan av ferðsluvanlukku. Hetta var ein væleydnað og minnilig ferð, har vit nomu nógv á ymiskum skúlum eins og á fleiri vitjanum. Vit vitjaðu eisini Vígdis Finnbogadóttur forseta úti á Bessastøðum. Hon var væl hirsin henda dagin og visti ikki, hvussu blíð hon skuldi vera. Ásetta tíðin á Bessastøðum varð longd, og hon beyð okkum øllum niður í kjallaran at síggja forvitnisliga útgrevsturin har og prátaði nógv við okkum øll. Áðrenn vit fóru upp aftur, kemur Vígdis brosmynt yvir til mínsara og Dánials og heldur fyri: »Thað er gamalt, at færingar og íslendingar skalt tú uppliva, hinar norðurlendingarnar kanst tú lesa um.«
Dánial hevði havt sukursjúku, men hevði røkt hana væl, hevði gingið námt langar túrar hvønn dag, var lætnaður so nógv, at sjúkan var horvin.
Hetta seinasta kvøldið, eg var inni hjá teimum, segði Dánial, at nú fylti hann 50 í summar, og spurdi, um eg ikki fór at yrkja ein sang til dagin. »Jú,« segði eg, »um eg havi lív og heilsu, ætli eg at yrkja tær ein føðingardagssong, tí tú yrkti mær ein song, tá ið eg fylti seksti.«
Tey vóru júst farin í nýggj hús syðst á Helnabrekku. Tey høvdu gott útsýni. Her høvdu Dánial, Marjun, Sólvá og Magnus tað gott. Men deyðin hyggur ikki at tonnunum.
Dánial var væl dámdur av næmingum og lærarum og av teimum, hann kendi. - Og tað vístu tey 800, ið fylgdu honum til gravar.
Ærað veri minnið um vinmannin Dánial Ennistíg.
Michael