Tórshavnar kommuna samtykti í gjár einmælt at dýpa vágna sunnanfyri Tinganes. Hetta kemur eftir ynski frá Strandfaraskipum Landsins Tað var 5. apríl í 2006, at Strandfaraskip Landsins heittu á Tórshavnar kommunu at virka fyri at dýpa økið suður út Tinganesi.
Í gjár samtykti Tórshavnar kommuna loksins, at dýpa 3.000 fermetra økið sunnanfyri Tinganes, sum Strandfaraskip Landsins heittu á kommununa at gera í 2006.
Orsøkin til, at havnin verður dýpd er at havnin gerst munandi tryggari, men alt hetta arbeiði skal gerast í samstarvi við Fornminnisnevndina, tí alt Tinganes er friðað.
Arbeiðið er mett at kosta 6 milliónir krónur