Dýpingin gongur væl

Sandbáturin Sandnes er nú í holt við at dýpa bátahylin hjá Kvívíkar kommunu á Válinum.

- Sandbáturin Sandnes er nú í holt við at dýpa bátahylin á Válinum, og arbeiðið gongur stak væl. Tað, sum er grivið higartil, er tilfar, sum er lætt at arbeiða við og tískil metir Sp/f Sekstant, sum ger arbeiðið, at bátahylurin verður liðugt dýptur innan heilt stutta tíð.

 

Tað veit Kvívíkar kommuna at siga. 

 

Væntandi hevur verið, at dýpingararbeiðið fór at taka nakrar vikur. Kvívíkar kommuna hevur eisini bjóðað út arbeiðið at veita og leggja út bátabrúgvar, og hesi tilboð hevur kommunan fingið. Nú verður farið undir at kanna innkomnu boðini, og ætlanin er at taka avgerð innan heilt stutta tíð.